Tá hann sá, at skot hansara hevði ikki rakt forsetan, ætlaði Maxime Brunerei eftir øllum at døma at skjóta eitt skot afturat, men tað eydnaðist fólki, sum stóðu hjá, at taka rifluna frá honum. Løtu seinni tók løgreglan mannin, rifluna og ein guitarkassa, sum hann hevði fjalt rifluna í, tá hann kom til skrúðgonguna.
Stutt eftir tilburðin, sum var tætt við Sigursbogan í París, segði trygdarráðharrin Patrick Devedijan, at maðurin undir avhoyringum hevði viðgingið, at hann hevði havt sum mál at myrða forsetan undir skrúðgonguni, sum var í sambandi við franska tjóðardagin.
-Eg ætlaði mær at broyta heimin, og fyrsta stigið var at myrða forsetan fyri at fáa broyting í Fraklandi fyrst, skal maðurin hava sagt við løgregluna, sum longu beint eftir tilburðin upplýsti, at Maxime Bruneri er limur í einum høgrasinnaðum studentafelagsskapi, og at hann fyrr hevur verið virkin í nýnazistiskum felagsskapum.
Í gjár varð upplýst, at tann 25 ára gamli maðurin var lagdur inn á eitt sinnissjúkrahús til kanningar.
Tey flestu, sum hugdu at skrúðgonguni á Champs-Élysées, varnaðust als ikki tað, sum hendi, og skrúðgongan við umleið 6000 hermonnum og øðrum helt fram, sum um einki var hent.
Í einari samrøðu, sum franskt sjónvarp hevði við Jacques Chirac sunnukvøldið, varð heldur einki gjørt burtur úr tilburðinum.