Eg trúgvi upp á Voxbotn

Tað sigur Rúni M. Djurhuus, ein av fyrireikarunum av tónleikafestivalinum Voxbotn, sum er ásettur at verða 26. juni í ár í Vágsbotni í Havn.

 

– Vit fylgja sjálvandi tilmælunum frá myndugleikunum, men skal eg vera heilt erligur, so trúgvi eg uppá, at Voxbotn verður, men eg tori ikki at siga, um hann verður til ásettu tíðina.

Tað sigur Rúni M. Djurhuus, ein av fyrireikarunum av festivalinum í Vágsbotni í Havn.

Hann fyriskipar eisini konsertina við James Blunt, sum stendur til at vera mikukvøldið 26. mai í Høllini á Hálsi í Havn.

Spurdur um konsertin verður, so er svarið tað sama. At tað trýr hann uppá, men teir bíða bara eftir nýggju tilmælunum frá myndugleikunum.

Løgmaður hevur boðað frá, at hann fer at hava tíðindafund í vikuni, har hann fer at boða frá nýggju avmarkingunum.

##med2##

2.200 atgongumerki eru seld til konsertina við James Blunt.

Í Danmark er mark sett upp á 2.000 til stórar festivalar. Higartil hava avmarkingarnar í Føroyum verið heldur lagaligari, og tí er hugsandi, at eitt mark fer at liggja nakað væl oman fyi 2.000 fólk.