Eg trúgvi tí ikki ordiliga enn

Eivør fekk illgruna um at okkur var á vási, so tað kitlaði í búkinum, sigur Eivør, sum fekk virðisløn hjá Norðurlandaráðnum

##med2##

 

Tað er ein stórur heiður at hava fingið hesa heiðurslønina. Tað sigur Eivør Pálsdóttir, sum fekk tónlistavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í gjár. Sostatt er hon nú ein partur av einum øgiliga lítlum skara av úrmælingum í Føroyum, sum hava fingið virðisløn frá Norðurlandaráðnum.

 

Eivør sigur, at hon hevur havt illgruna um, at okkurt var á vási, tí hon knappliga fóru tey at skifta konsertíðir, so at tað kundi liggja fyri hjá henni at vera til staðar í Norðurlandaráðnum í gjárkvøldið. So hon ásannr, at tað hevur kitlaði eitt sindur í búkinum.

 

Hon sigur, at tað er ein stórur heiður at fáa eina slíka virðisløn og hon hevur ikki rættiliga fatað tað enn.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Eivør greiða frá á FM1, um hvussu tað var at fáa virðislønina, og hvussu ferðaætlanin sær út hesa næstu tíðina.