- Eg vóni teir hava ringa samvitsku

Samferðsluverkæltanin var viðgjørd í tinginum í vikuni og hon var eitt stórt vónbrot fyri gásadalsfólk. ?Teirra? tunnil varð ikki nevndu í ætlanini, og tí tykjast útlitini verða vánalig, at bygdin fær vegasamband við umheimin

Gásadalsfólk eru í ringum hýri hesar dagarnar. Og tað er kanska ikki so løgið tá tað til stykkis kemur. Tey hava, um útvarpstóli, frætt, at útlitini til at tey fáa tunnilssamband við restina av ?umheiminum? eru serstakliga vánalig.

Og tað halda gásadalsfólk er bæði órættvíst og skeivt.

Órættvíst, tí tey vóru ?tíðliga úti? og gjørdu vart við tørvin á tunnilssambandi, og tað var eisini um reppið at arbeiði var farið í gongd fyri nøkrum árum síðani.

Men tunnil kom eingin. Tey fingu eitt betri tyrlusamband ístaðin.

Tað var tá. Hesaferð fáa tey betri umstøður til at móttaka sjónvarp og útvarp. Men tað er ikki tað sama, sum at fáa vegasamband við restina av Føroyum og tí eru tey vónbrotin í Gásadali.

Vónbrotin av politikarunum, sum hava latið tey sita í vónini, væl vitandi um, at tað neyvan nakrantantíð fór at eydnast at fáa vegasamband við restina av oynni.


Eingin framtíð í Gásadali

Vit hava tosað við Solberg Henriksen í Gásadali og spurt hann um hvussu støðan er í bygdini.

Hann sigur, at tey átta fólkini í Gásadali hava tað gott, sum er, men at bygdin ikki hevur nakra framtíð um tunnilin ikki kemur.

- Eg eri bangin fyri at bygdin fer at doyggja út. Einki fólk flytir til bygdina tá einki vegasamband er, og tí hevur bygdin onga framtíð.

Solberg Henriksen vísir eisini á, at saman við bygdini, so fer eisini eitt av teimum bestu landbúnaðarlendunum fyri skeytið.

- Ja, tað er einki at ivast í, sigur hann.

- Tað ber ikki til at hava bóndagarð í Gásadali og so búgva í aðrari bygd. Ger man tað, so verður garðurin eftir míni meting ikki røktur nóg væl. Men tú kanst ikki lasta bóndurnar fyri tað. Eg dugi væl at skilja, at fólk vil búgva aðrastaðni, tá farleiðin til Gásadals er so ring.


Tyrlan ikki nóg mikið

Tað er ikki so ógvuliga langt síðani, at tyrluflúgving byrjaði í Føroyum. Gásadalur er ein av bygdunum, sum hevur havt stóra gleði av nýggja flutningsháttinum, og Solberg Henriksen dylir ikki fyri, at tað var stór framgongd, tá tyrlan byrjaði at flúgva til bygdnina. Men tað er kortini ikki nóg mikið, um bygdini skal verða lív laga.

- Tyrlan flýgur ein túr sunnudag, ein mikudag og tveir túrar fríggjadag. Tað er sjálvandi gott, men tað er verri enn so nóg mikið til at fáa fólk at flyta aftur til Gásadals, sigur hann.

- Og harafturat kemur, at tað er rættiliga dýrt at brúka tann flutningsvegin. Tað kostar 100 krónur at flyta ein seyð við tyrluni og tað er dýrt. sigur Solberg Henriksen.

Nakað annað er so tað, at tænastustøðið er verri nú enn tað var í byrjanini. Fyrr bar til at fáa tyrluna at flyta seyð heim til bygdar tá menn høvdu verið á fjalli, men tað er ikki møguligt longur vísir Solberg Henriksen eisini á.


Gongur skeivan veg

Annars heldur Solberg Henriksen sum nevnt frammanfyri, at politikararnir eru á skeivari leið, tá teir nú ikki vilja fara undir Gásadalstunnilin.

Hann vísir á, at dalurin í bygdini er framúr góð landbúnaðarjørð og at um fólkið flytir úr bygdini, so dettur landbúnaðurin í bygdini niður fyri, og tað fær hann ikki at hanga saman við at politikararnir vilja, at Føroyar skulu verða annað enn fiskiskapur.

- Tað haldi eg verða at fara skeivan veg. Eg haldi at vit eiga at gera alt fyri, at halda lív í bygdini og gera umstøðurnar fyri framhaldandi landbúnaði í bygdini, so góðar sum møguligt. Og tað verður bara gjørt við at gera tunnilin.

Hvussu eru arbeiðsumtøðurnar sum er?

- Tær eru ikki serliga góðar. Tað er sera torførta at fáa fólk at hjálpa og tí verða bóndurnir noyddir at gera alt arbeiða sjálvir. Tá sigur tað seg sjálvt, at arbeiðsumstøðurnar ikki eru nóg góðar, sigur Solberg Henriksen.

- Um so var, at tunnilsamband var, so var í fyrsta umfari lættari at fáa hjálp, leggur hann afturat.


Samband skapar menning

Solberg Henriksen dylir heldur ikki fyri, at hann hevði væntað framgongd í Gásadali, um tunnilin varð gjørdur.

- Eg eri vísur í, ta so høvdu vit sæð eina greiða menning av Gásadali. Vit kunnu bara hyggja at hvussu støðan var í Bø áðrenn vegasambandið var til bygdina. Tá lá Bøur í andaleypi. Eingin hevði hug at flyta til bygdina, og tað unga fólki flutti úr bygdini.

- Nú er beint øvugt. Bygdin er vaksin rættuliga nógv, og orsøkin er heilt einfalt tann, at vegsambandi við bygdina er so gott sum tað er. Nú flytir ungdómurin aftur til bygdina, sigur Solberg Henriksen og leggur afturat, at soleiðis hevði støðan eftir hansara meting eisini verið í Gásadali.


Einsligt um veturin

Sum nevnt aðrastaðni búgva bert átta fólk í Gásadali, so tað er rættiliga einsligt í bygdini. Um summarið eru nógv ferðandi á vitjan. Nógv teirra støðga bert nakrar tímar, so fara tey avstaðaftur. Men tað eru eisini mong, sum støðga í eitt tíðarskeið.

Hetta eru serliga fólk, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til bygdina.

- Fleiri hús standa tóm um veturin, men um summarið koma tey til bygdar fyri at mála og halda summarfrí, og tað er gott. Tá er meira lív í bygdini, og tað dámar okkum væl, sigur Solberg Henriksen.

Men hann hevði heldur vilja, at ein partur av hesum fólkum hevði vilja sett seg niður í bygdini.

- Men tí eru útlitini tó ikki serliga góð fyri, sigur Solberg Henriksen at enda.