Uni Arge
-----
Meirilutin av politisku skipanini tykist ikki at hava sum mál at byggja land. Á tingi og í landsstýri renna fólk ørindir fyri seráhugamál og egináhugamál. Tann stóri taparin er landið, tí tað verður givið upp til skutils fyri løtuvinning. Skulu Føroyar mennast, má leggjast á annan bógv, tí upploysnin í durunum
Eitt landsstýri hevur nú í eitt hálvt ár víst, hvat tað vil. Ovurstórir skattalættar eru lætnir teimum ríkastu, men ferð er ikki komin á búskapin. Bara bilasølan veksur, tí tey, sum høvdu mest frammanundan, skifta bilin út. Egingirndin hevur fingið bestu kor í eitt mannaminni at nørast við vælsignilsi frá politisku skipanini.
Eisini ótryggleikin hevur breitt seg í samfelagnum. Forskattingin av pensjónunum varð framd við tænastuboðum í Fíggjarmálaráðnum. Inniligar áheitanir um at lýsa málið betri, áðrenn tað varð framt, vórðu kveistraðar til viks, og úrslitið er hareftir. Túsundtals fólk vita ikki, hvørja lagnu teirra pensjónsuppsparing fær.
Í makrelmálinum hevði politiska skipanin ein gyltan møguleika at prógva, at hon er før fyri á reiðiligan og gjøgnumskygdan hátt at handfara eitt mál, sum snýr seg um milliardavirðir. Hon bakkaði í staðin 35 ár aftur í ráfiskatíðina við óreguleraða makrelbólkinum og setti ferð á planbúskaparligu studningsmylluna aftur.
Politiski meirilutin hevur eisini víst, at seráhugamál í summum økjum skulu lívgast, áðrenn onnur økir skulu vænta sær nakran bata. Milliónirnar rulla í stríðum streymum til útvald økir, hóast ongar útbyggingarætlanir fyriliggja. Milliónirnar skulu játtast straks. Ikki fyrr enn aftaná skal finnast útav, hvussu útbyggjast skal.
Størsta avbjóðingin
Samanumtikið er kósin greið. Heildarpolitikkur fyri landið er ongin. Visiónir fyri Føroyar í framtíðini eru heldur ongar. Fatanin av, at vit eru felags um eitt land, sum skal búgva seg til framtíðina, finst ikki í tí politikki, sum verður førdur. Egingirnd, lívgan av stuttskygdum seráhugamálum og politisk valdsnýtsla seta dagsskránna.
Hetta er álvarsligasta avbjóðingin hjá Føroyum í dag. Ein stór avbjóðing er sjálvandi at hava nóg mong arbeiðspláss og eitt rímiligt livistøði fyri øll, men nógv álvarsligari er, at ongin verulig leiðsla er fyri øll, og at ongin kós verður sett fyri landið. Av tí sama kann landið syndrast innanífrá, og skipanir missa sín legitimitet.
Tá sjálvt politiskir meirilutar missa sín legitimitet, tí teir ferð eftir ferð atkvøða ímóti egnari sannføring, er komið at teimum mørkum, at fólkaræðið er tipt. Óvirðing og sarkasma gera nú um seg. Misstemningur setir dám á tingviðgerðir og politisk kjak mangastaðni. Tignin er púra horvin.
Eitt lítið, men grovt dømi um politiskt respektloysi mótvegis fjøldini er skattafría kostnaðarendurgjaldið til landsstýrisfólk. At ein landsstýrismaður skal fáa 162.000 kr. um árið fyri at koyra bil millum bygdir, er vitloysi. Men vitloysið verður góðtikið, tí meirilutin ræður, og hesin meirilutin makkar rætt og mælir onki.
Bygdu land við ábyrgd
So illa hevur ikki altíð verið statt. Neyðugt er kanska ikki at fara heilt aftur til 1888 fyri at skilja, hvussu mangt kundi verið øðrvísi, men vert er at minna á, at hetta árið søgdu føroyingar, at teir skuldu ganga fram í øllum lutum. Henda útsøgn varð meint mentanarliga, vinnuliga og politiskt. Sett varð eitt felags mál fyri land og fólk.
Næstu mongu árini varð hendan kósin í roynd og veru fylgd. Hetta sæst best á teimum fyritøkum og stovnum, ið vórðu sett á stovn í farnu øld. Vit fingu m.a. Føroya Banka, Telefonverk Føroya Løgtings, Landsverkfrøðingin, Føroya Fiskasølu, Føroya Gjaldstovu, Útvarp Føroya og SEV, sum tendraði ljósið, har fyrr var myrkt.
Felags fyri tey tøk, sum vórðu tikin, var, at tey snúðu seg um at flyta landið framá. Uppgávan hjá teimum, ið stóðu á odda í politikki, stovnum og fyritøkum, var at menna Føroyar, og uppgávan varð tikin í álvara. Í nýggjari tíð eru Smyril Line og Atlantsflog dømi um hetta sama. Úr ongum bygdu Føroyar egnar farleiðir út í heim.
Áðrenn tøkini vórðu tikin, var neyðugt, at onkur hevði visiónirnar og skilti tørvin á at taka tøkini. Í summum førum sóu politikarar tørvin, í øðrum førum vóru einstaklingar íbirtararnir. Hvør gjørdi hvat, er ikki avgerandi. Ábyrgdarkenslan mótvegis landinum var avgerandi, eins og tá vit vildu hava t.d. fiskimarkið og undirgrundina.
Hvør nørir at sær
Hendan ábyrgdarkenslan og tráanin eftir at byggja land er sera trupul at fáa eyga á í politikkinum í dag og samfelagnum sum heild. Hvør fuglur syngur við sínum nevi, og hvør roynir sum frægast at nøra at sær, sama hvat annar fær. Hvat kann eg fáa, spyrja tey flestu, áðrenn tey spyrja, hvat tey kunnu geva. Og politikarar duga hetta best.
Tú merkir í dag ongan kærleika til landið í landsins leiðslu og als ikki tað format, sum eitt nú Atli Dam og Erlendur Patursson høvdu. Fyrrverandi vinnulívsmenn spæla sær ovast uppi, sum onga heildarhugsan hava um Føroyar, og sum lítið innlit tykjast hava í samfelagsmenning og søgu. Erpni og egináhugamál stýra teimum fyrst og fremst.
Tá tílíkt stýrir tær, fatar tú ikki, at tú ert settur at tæna tjóðini, og at tú ert partur av eini menningargongd, sum byrjaði fyri 130 árum síðan. Eyðmýkt hevur tú heldur onga. Valdið verður bara ein rúsur, sum skal brúkast til at gjøgnumtrumfa primitiv kvett, ið skulu fremja egingirndina, seráhugamálini og løtuvinningin.
Hevur tú ikki intellektuella styrki, ert tú eisini lætt offur hjá lobbyistunum, sum støðugt slota kring politikararnar. Lobbyistar kunnu hótta andsfátøk, so tey við minsta nos detta av stólinum og gera, sum lobbyistarnir siga, tí tey hava onki mótspæl. Hetta ber til í dag, tí idealistarnir og intellektuella kraftin sita uttan fyri ávirkan.
Kanska korruptión
Neyvan nakar meiriluti hevur verið so kontroversiellur sum hesin. Flatskatturin og pensjónskattingin byggja á lyftisbrot frá trimum samgonguflokkum. Umbønin um meira pengar úr Danmark byggir somuleiðis á lyftisbrot frá trimum flokkum. Politikkurin snýr seg ikki um tign og at skapa álit. Hann snýr seg um at brúka vald.
Trupulleikin er bara, at um politikararnir leggja líka í lyftini, tignina og egið umdømi, kunnu vit í Føroyum fáa somu politisku tilstandir sum í Spania, Grikkalandi og Italia. Demokratar hava roynt sum frægast har at føra heiðurligan politikk, men klientilisma og korruptión hava oyðilagt politikkin og búskapin.
Vit eru ikki langt frá hesi støðu. Tá eitt landsstýri ikki vil, at eitt makrelvirði upp á 1,4 milliard krónur verður býtt á gjøgnumskygdan hátt, og ein meiriluti á tingi letur ein politiskan bólk býta virðini eftir egnum høvdi, má spurningurin vera: Eru tingfólk keypt? Fáa tey okkurt serligt undir borðið fyri at ganga ímóti egnari sannføring?
Sjálvandi er álvarsligt at spyrja so, men tá politiska skipanin ikki vil skapa gjøgnumskygni í tí, hon ger við landsins gullnám, vekist illgrunin um korruptión natúrliga. Marknaðarkreftirnar eru jú settar til viks, og klientilisman ræður. Samfelagsskipanin syndrast, og vinarløg eru fortreytin fyri at yvirliva.
Endurreisið vónina!
Vit mugu í Føroyum gera av, hvat samfelag vit vilja byggja, ella um vit yvirhøvur eru samd um at byggja nakað land. Viðhvørt tykist at passa summum væl, at vit ikki so frægt sum hava egið dómsvald, og at teir eftirlits- og vitanarstovnar, vit hava, skríða í skræðuni. Á tann hátt er frítt at hóreiggja sær í sonevnda demokratinum.
Men ein rotnandi skipan sleppur ikki at spillast í allar ævir. Mótrák eru altíð væntandi, tá viðurskiftini fara av lagi, og mótrákið vísir seg í dag sum misstemningur og mistrúgv. Fólk úr meirilutanum vena seg um, at ongin rósar teimum í fjølmiðlunum, men sjálvgjørt er væl gjørt, tí atferð teirra skapar misálit.
Tó kunnu tey øll leggja á annan bógv. Tey kunnu fyri tað fyrsta fara at atkvøða eftir egnari sannføring. Tey kunnu fyri tað annað halda tey lyftir, tey góvu. Tey kunnu fyri tað triðja arbeiða fyri gjøgnumskygdum mannagongdum, tá milliardavirðir verða býtt. Og tey kunnu fyri tað fjórða vísa á, hvussu Føroyar skulu mennast.
Alt ov nógv deyðvekt er á tingi. Fólk eru atkvøðuneyt og tora ikki at hugsa hart. Sera fá seta fram nýskapandi tankar, og fá hava nakað boð uppá, hvussu tjóðin kann mennast, so liviligt gerst hjá øllum – og ikki bara nøkrum fáum. Hetta er syndarligt at eygleiða. Vantandi substansurin elvir til fordummandi kjak og vandamiklan politikk.
Tí er stundin komin, at sarkasman, øðin og misstemningurin, sum hava valdað síðan í heyst, verða skift út við nýhugsan, uppfinnsemi og framfýsni. Vit mugu lyfta okkum úr móruni, seta kósina fyri Føroyar og endurreisa viljan at virka fyri tjóðini. Hvat sigur andstøðan? Finst ein onnur kós? Latið okkum frætta um hana!