Egyptaland vil loyva humaniterari hjálp inn í Gaza

Egyptiski forsetin, Abdel al-Sisi, er gingin við til at lata hjálp sleppa inn gjøgnum marknaðliðið, sum gongur úr Egyptalandi og inn í Gaza.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur, at Egyptaland vil lata upp marknaðliðið Rafah, soleiðis at humaniter hjálp kann sleppa inn í Gaza.

 

Reuters veit í kvøld at siga, at talan er um 20 lastbilar, sum í fyrsta umfari fara inn í Gaza við hjálp.

 

Joe Biden sigur, at egyptiski forsetin, Abdel al-Sisi, er gingin við til at lata hjálp sleppa inn gjøgnum marknaðliðið, sum gongur úr Egyptalandi og inn í Gaza.

 

Fyrr í dag segði Ísrael, at landið vil loyva, at neyðhjálp um Rafah, ið er einasta marknaðlið til Gaza, sum Ísrael ikki hevur eftirlitið við.

 

Í dag segði skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, at tað bara verður loyvt at flyta mat, vatn og heilivág til Gaza.

 

- Loyvt verður at flyta neyðhjálp til sivilfólk í Gazageiranum, so leingi veitingarnar ikki enda hjá Hamas, sum hevur ræðið í økinum, sigur Ísrael.

 

Í kvøld er amerkanski forsetin á veg heimaftur til USA í sínum Air Force One-flogfari eftir at hava vitjað í Miðeystri.