EHV Aue vann stórsigur - men niðurflytingin er næstan vís

Áki Egilsnes og liðfelagarnir í EHV Aue høvdu eitt framúr gott avrik í dag, men teir eru framvegis í stórum niðurflytingarvanda

Áki Egilsnes skoraði trý mál uppá fýra málroyndir og hann legði upp til trý onnur mál tá lið hansara, EHV Aue á heimavølli vann stórsigur 30-21 á Rostock í næstbestu týsku hondbóltsdeildini. 

 

Í fyrra hálvleiki var EHV Aue flúgvandi. Í steðginum var EHV Aue á odda 17-8.

 

Men hetta kemur helst ov seint. EHV Aue hevur bert tríggjar dystir eftir at leika, og teir hava fýra stig upp til fjórðaftasta plássið, ið gevur eitt nýtt kappingarár í aðru bundesligu.

 

EHV Aue má vinna tríggjar teir seinastu dystirnar, og samstundis vóna, at Dormagen á fjórðaftasta plássinum ikki fær meir enn eitt stig í teimum seinastu dystunum. EHV Aue hevur 23 stig á næstaftasta plássinum. Dormagen hevur 27 stig og ein betri málmun enn EHV Aue. 

 

Komandi fríggjakvøld spælir EHV Aue móti júst Dormagen á útivølli. Vinnur EHV Aue ikki tann dystin er niðurflytingin vís.