Eidesgaard verjir avgerð um Húsalánsgrunnin

Jóannes Eidesgaard vil ikki hava ákærurnar frá Miðflokkinum sitandi á sær, og svar í dag aftur. Jóannes Eidesgaard sigur, at áðrenn nýggja lógin um Húsalánsgrunnin varð samtykt í Løgtinginum, gjørdi fyrrverandi stýrið greitt, at tað fór ikki at bera til at fáa Húsalánsgrunnin at virka sambært nýggju lógini.

- Tá nýggja lógin um Húsalánsgrunnin varð samtykt var tí ikki annað at gera, enn at skifta meirilutan í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin út. Ongin fer at geva nøkrum ábyrgdina at loysa eina uppgávu fyri seg, tá viðkomandi frammanundan boðar frá, at hetta fer ikki at bera til. At vera stýrislimur í Húsalángrunninum er ikki nøkur vanlig starvssetan, men ein álitissessur. Tí kunnu stýrislimir til eina og hvørja tíð verða skiftir út, um landsstýrismaðurin ikki longur hevur álit á teimum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Miðflokkurin sigur eisini, at orsøkin til at tveir limir í stýrinum vóru skiftir út, er, at vrakaðu limirnir vóru ikki politiskt samdir við landsstyrismannin. - Hetta kenni eg einki til, sigur Jóannes Eidesgaard. Hvørja politiska fatan stýrislimirnir í Húsalánsgrunninum hava er fullkomiliga líkamikið. Stýrislimirnir í Húsalánsgrunninum hava eina greiða uppgávu, teir skulu stýra grunninum og fáa grunnin at virka sambært tí løgtingslóg, sum Løgtingið hevur samtykt um Húsalánsgrunnin, sigur hann.

- Nýggju stýrislimirnir eru valdir, tí teir vera mettir at vera væl skikkaðir at fáa Húsalánsgrunnin at virka sambært nýggju lógini og endamálinum. Tann eini hevur fyrr verið stýrisformaður í Húsalánsgrunninum og hevði tá líknandi ambitiónir við orkulánum. Hin limurin er valdur, tí hann hevur stóra fakliga vitan og drúgvar royndir á orkuøkinum, sigur Jóannes Eidesgaard.