Eiga vit at yvirtaka psykiatriina

(Framsøgurøða um psykiatri í Føroyum)

 

Vit viðgera í dag ríkislógartilmæli um at seta í gildi “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring av lov om anvendelse af tvang i psykiatrien”.

 

Broytingin fevnir serliga um rættarstøðuna hjá børnum í psykiatriini og herd krøv um tvangsfiksering.

 

 

 

Føroyar eru ikki Danmark

 

Í føroysku viðmerkingunum til donsku lógina stendur, at neyðugt er at dagføra føroyska lógarverkið – so tað er samsvar millum galdandi lóggávu í Danmark og Føroyum.

 

Hetta er orsøkin til, at ríkislógartilmælið verður lagt fram: So tað er samsvar millum donsku og føroysku lógina...

 

Eg veit ikki, um eg haldi, at hetta er eitt nóg gott argument. Eg haldi ikki, at vit blint skulu dagføra lógir bara fyri at hava somu lóg sum í Danmark.

 

Vit eiga altíð bert at seta lógir í verk, tí tað er til gagns fyri Føroyar og føroyingar.

 

Sum Landssjúkrahúsið ger vart við í sínum hoyringssvari, so er endamálið við broytingunum í donsku lógini at loysa avbjóðingar, sum eru í donsku psykiatriini – sum IKKI neyðugt eru tær somu avbjóðingarnar, sum vit hava í føroysku psykiatriini.

 

Landssjúkrahúsið skrivar víðari, at summar broytingar í uppskotinum “tykjast óneyðugar og skrivstovuveldiskendar – og eru órógvandi fyri gerandisdagin hjá teimum, sum skulu útinna reglurnar í gerandisdegnum.”

 

 

 

Kropskanningar og narkohundar

 

Eisini letur lógin upp fyri, at Psykiatriski depilin nú kann hava kropsskannarar og brúka narkohundar, um tey meta seg hava tørv á tí.

 

Men hava tey tørv á tí? Í hoyringssvarinum stendur, at tey hava ikki stórvegis trupulleikar av, at rúsevni verða smuglað inn á deildina, men at tað er fínt at fáa heimildina við broytingini.

 

Eg haldi tí, at vit skulu vera varin við – bara soleiðis í blindum – at kopiera danska lóggávu og seta hana í gildi í Føroyum. SERLIGA tá grundgevingin er “Tað hava tey gjørt í Danmark – tí mugu vit eisini”.

 

Tá tað er sagt, so eru onkrar orsøkir til at dagføra føroysku lóggávuna á hesum økinum. T.d. sigur tað seg sjálvt, at vit í Føroyum skulu liva upp til millumtjóðasáttmálar, herundir Europeiska mannarættindasáttmálin.

 

Nakað sum galdandi lógin – sum sjálvandi eisini er donsk – ikki ger, tí hon loyvir tvingsli í meira enn 8 tímar uttan, at lækni hyggur til sjúklingin.

 

Tað er ikki í ordan – og Danmark hevur fingið dóm í mannarættindadómstólinum fyri brot á grein 3 í mannarættindasáttmálanum, sum snýr seg um ómenniskjaliga ella niðrandi viðferð. Í hesum førinum av einum psykiatriskum sjúklingi, sum hevði verið tvangsfikseraður ov leingi.

 

Tí hava tey hert krøvini um tvangsfiksering í donsku lógini.

 

 

 

Skjóta spurvar við kanónum

 

Mær vitandi hevur føroyska psykiatriin tó ongantíð brotið mannarættindasáttmálan – og Psykiatriski depilin í Føroyum praktiserar at hava tilsýn við fikseraðum sjúklingum tríggjar ferðir um samdøgrið, javnt fordeilt, so ongin er fikseraður longri enn 8 tímar uttan tilsýn.

 

Tí skilji eg heldur ikki niðastu regluna í punkt 1.3 í viðmerkingunum, sum er “Endamálið við uppskotinum”.  Har stendur, at “Fyri at líknandi mál ikki skulu stinga seg upp í Føroyum, er neyðugt at gera tilsvarandi broyting í føroysku lógini.”

 

Sum nevnt, so bróta vit netupp ikki mannarættindasáttmálan. Vit kunnu tó gott samtykkja eina lóg, sum fyribyrgir, at vit kanska fara at gera tað í framtíðini.

 

 

 

Tryggja rættarstøðuna hjá børnum

 

Ein góð broyting millum galdandi lóggávu og hetta uppskotið er, at rættarstøðan hjá sjúklingum undir 15 ár verður ásett. Foreldur ella verjar hjá ungum undir 15 ár skulu geva samtykki til tvangsfiksering – og starvsfólkini skulu tryggja, at tað verður ført protokoll við hesum.

 

Men hvør skal hava eftirlit við, at hetta verður gjørt, tá lógin er broytt?

 

Tað vísir Sinnisbati eisini á í sínum hoyringssvari. Tey seta spurnartekin við, hvussu eftirlit verður hildið við tvingsilsinntrivum í Føroyum, og um mannagongdir verða fylgdar.

 

MEGD vísir á nakað tað sama. Tey minna á, at hóast rættindi hjá sjúklingum á Psykiatriska deplinum formliga verða styrkt við uppskotinum, hevur tað lítið og onki virði, um tey ikki kunnu nýtast í verki. MEGD ynskir, at rættindi hjá sjúklingunum áhaldandi verða orðað, eftirmett og ment í samstarvi millum myndugleikar og umboð fyri sivilsamfelagið.

 

 

 

»Plejer er død«

 

Nýggja lógin gevur eisini danska sunnheitsministaranum heimildir til at gera reglur fyri, hvussu heilsustarvsfólk skulu vera um sjúklingar, sum eru tvangsfikseraðir.

 

Nakað sum Landssjúkrahúsið eisini metir er óneyðugt, tí tey hava skipaðar mannagondir fyri hesum.

 

Heilsumálaráðið heldur tó fast í at geva danska ministaranum heimildir til at seta í gildi kunngerðir fyri føroysku psykiatriina.

 

Eg havi tí spurt nógv klók høvd her í húsinum um, hví man ger so. Eg hugsi í mínum stilla sinni, at landsstýriskvinnan í heilsumálum er væl før fyri sjálv at gera reglur fyri føroysku psykiatriina.

 

Svarini eg havi fingið er:

 

“Hetta er vanlig mannagongd, tá tað kemur til Ríkislógartilmæli.”, “Danskar lógir, danskir ministarar”, “ Soleiðis plaga vit at gera.”

 

Men sum onkur danskari einaferð hevur sagt – “Plejer er død”.

 

 

 

Føroyska lóg um føroyska psykiatri

 

Eg nevndi hesi dømi, tí eg vil vísa á, at tað ikki altíð er loysnin bara soleiðis at dagføra danskar lógir í Føroyum. Danskar lógir eru IKKI gjørdar til føroysk viðurskifti. Og danskar lógir taka heldur ikki atlit til føroysk viðurskifti.

 

Lóggávan virkar eisini nokkso rótut. Vit samtykkja danskar lógir til donsk viðurskifti og danskar sjúklingar, sum eru í danska heilsuverkinum.

 

Vit mugu spyrja okkum sjálvi, um hetta er tað besta fyri rættartrygdina hjá føroyingum – sum liva í føroyska samfelagnum. Sum eru knýtt at føroyska heilsuverkinum.

 

Eg hevði ynskt, at vit høvdu eina ser-føroyska lóg á økinum – og ikki bert eitt tillagað avrit av einari danskari lóg.

 

Vit hava yvirtikið umsitingina av heilsuverkinum og bera eisini kostnaðin av heilsuverkinum, men lóggávuvaldið og útinnandi valdið er framvegis danskt.

 

Tað er heilt burturvið, spyrja tit meg.

 

Vinarliga

 

Liljan Weihe,

 

løgtingskvinna,

 

Tjóðveldi