Eigararnir hjá City keypt enn eitt fótbóltsfelag

Premier League: Italska Palermo er nú partur av City Football Group, sum eisini telur Manchester City

City Football Group er felagið hjá Sheik Mansour, sum eigur og rekur enska meistaraliðið Manchester City. Seinnu árini er City Football Group farið at keypa feløg kring heimin.

 

Umframt Manchester City eigur City Football Group New York City í USA, Melbourne FC í Avstralia, Yokohama í Japan, Montevideo City í Uruguay, Girona í Spania, Sichuan Jiuniu í Kina, Mumbai City FC í India, Lommel í Belgia, Troyes í Fraklandi og Club Bolivar í Bolivia.

 

Í dag hevur City Football Group eisini keypt italska felagið Palermo. Felagið var eitt tíðarskeið í Seria A, men fór á heysin í 2019. Liðið bleiv tveitt niður í Seria D, men hevur nú vunnið seg upp í Seria B, sum er næstbesta deildin í Italia.