Eik verður skift út við glastrevju

Tað er undantakið, at íløgur verða gjørdar í nýggjar útróðrarbátar í Føroyum, men herfyri kom ein yvirdekkaður glastrevjabátur við egningarmaskinu úr Íslandi til Klaksvíkar.

 

Stóri og innlokaði glastrevjabáturin, sum teir, ið eiga frystilínuskipið Jákup B og gamla útróðrarbátin, Líðhamar, hava keypt úr Íslandi, hevur í eina tíð ligið í Klaksvík.

Nýggi útróðrarbáturin kemur í føroyska útróðrarflotan fyri Líðhamar, men enn hevur báturin úr Íslandi ikki verið nakran túr undir føroyskum flaggi.

 

Báturin, sum hevur egningarmaskinu, er næstan fimtan metrar langur og stívliga 4,30 metrar breiður. Lastin rúmar umleið 30.000 pundum av ísaðum fiski. Reiðarin, Óli M. Lassen, reiðari, sigur, at nýggi báturin enn ikki er skrásettur, og tí hevur hann heldur ongan túr verið.

 

- Tá tú keypir ein bát av hesi støddini, er mannagongdin hon, at Skipasýnið kemur umborð at kanna nøkur ting. Báturin skal upp, har aksilin verður tikin úr og kannaður, eins og róðrið verður tikið av og kannað. 

 

Hann vísir á, at alt hetta nýtist ikki at taka langa tíð, men tað skal gerast, og áðrenn hetta er gjørt, loysir báturin ikki.

 

- Vit halda annars ikki, at nógv er at gera við bátin, áðrenn hann kann fara til fiskiskap.

 

Reiðarin leggur aftrat, at hetta er vánalig fiskitíð, og tí hevur tað heldur ikki havt nakran serligan skund at loysa bátin.

 

- Vit hava framvegis gamla Líðhamar, og hann kann altíð loysa, um tað skal verða. Men, í løtuni verður ikki nógv gjørt við útróður, sigur Óli M. Lassen.

 

Tá nýggi glastrevjabáturin loysir og fer til fiskiskap, verða teir fýra mans umborð.

 

- Hóast vit hava egningarmaskinu, og lastin rúmar umleið 30.000 pundum, vænti eg, at útróðrarbáturin fer at gera lutfalsligar stuttar túrar á ein ella tveir dagar.

 

Reiðarin sigur, at øll veiðan hjá nýggja bátinum verður seld á uppboðssølu, eins og veiðan hjá gamla Líðhamri eisini hevur verið seld á marknaðinum. 

- Málið er framvegis, at øll veiðan verður úrvalsfiskur, sigur Óli M. Lassen.

 

Tað er Petur J. Svøðstein, sum hevur ført gamla Líðhamar, og tað verður eisini hann, sum fer at føra nýggja glastrevjabátin.

 

Sjálvur hevur reiðarin sagt, at hevði hann ikki havt ein so góðan skipara, sum Petur, høvdu teir ikki gjørt íløguna í nýggja bátin.

 

- Teir verða fýra raskir menn við nýggja Líðhamri, leggur hann aftrat.

 

Tá báturin úr Íslandi hevur egningarmaskinu, verður eingin egning í landi longur. Við gamla Líðhamri egndu teir í landi.