Ein álvarsligur, áhugaverdur og kveikjandi fyrilestur hjá Kaj Leo

– Fyrst av øllum fara vit at takka Kaj Leo Holm Johannesen fyri, at hann játtaði at koma og halda ein fyrilestur um øðrvísi lívið, sum hann hevur livað síðstu árini við diagnosuni CIDP

Soleiðis skrivar CP Føroyar á heimasíðu felagsins.

Tað var sunnudagin, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, helt ein fyrilestur við støði í egna lívi sínum, eftir at hann seinastu árini hevur livað við diagnosuni CIDP:

"Sunnudagin, 22. september vitjaði so mikið av fólki Megdhúsið, at komu fleiri, so høvdu tey ikki fingið sitipláss.

Fyrst bjóðaði Katrin Dagbjartsdóttir vælkomin, og hugleiddi eitt sindur um, hvussu umráðandi tað er, at vit øll arbeiða saman um at betra samfelagið fyri øll – óansæð diagnosu.

Fólk komu úr øllum landinum, at hoyra Kaj Leo greiða frá um nýggju avbjóðingarnar, sum lívið sum illa gongdur hevur við sær. Um, hvønn týdning góð atkoma í samfelagnum hevur. Um einsemið og skommina, sum hann hevur upplivað. Ikki tí at fólk ikki hava verið hjálpsom og fyrikomandi, men tí at hann m.a. ikki longur megnaði tað aktiva lívið, sum hann hevði áður.

Hann tosaði um, at nógv fólk hava vent sær til hansara eftir at hann opið hevur greitt frá um sína diagnosu. Tað var ein lætti fyri tey, men eisini fyri hann sjálvan, at kunna tosa við onnur, sum høvdu rørslutarn, sum avmarkaði tey.

Kaj Leo er av lyndi ein pressari, og hann dugir eisini nú at síggja tað góða, sum hann hevur fingið burturúr hóast alt. Tað legði hann eisini dent á.

Aftaná fyrilesturin sluppu fólk at seta spurningar. Síðani fekk Kaj Leo eina gávu, sum Katrin Jacobæus handaði honum, og takkaði fyri, at so mong vóru komin.

Samanumtikið ein áhugaverdur fyrilestur, sum kundi geva øllum okkurt. Vit vóna og vænta, at Kaj Leo fer at halda fleiri slíkar fyrilestrar. Løtan var hugnalig, og fólk fingu ein drekkamun og høvi var at tosa saman aftaná. Rættiliga mong teknaðu seg sum lim í CP-Føroyum – og hesum stóð Ester Eysturskarð fyri. Vit fegnast stórliga um, at fáa nógvar limir, men eisini at fólk hava áhuga í at koma til tiltøkini. Hugsanin var, at dagurin skuldi haldast 6. oktober, sum er altjóða CP-dagurin, men umstøður gjørdu, at vit valdu at hava tiltakið sunnudagin. Tað eydnaðist so sera væl."