Ein amerikanari aftrat á Sandi

B71 hevur skrivað sáttmála við amerikanskan spælara, ið er ætlaður at vera vongverji í vinstru

B71 formaðurin Karl Vidtfeldt og nýggi spælarin úr USA, sum eitur Carter Beck Mynd: b71.fo

Fyrr í vetur var B71 venjarin Richard Goffe á skeiði, har fleiri venjarar vóru. Tað var við tí fyri eyga at finna spælarar, sum kunnu vera við til at lyfta B71 fram at vera við í kappingini um at flyta upp í bestu deildina.

 

Nú eru tveir spælarar úr USA komnir til B71. Felagið skrivar soleiðis á heimasíðu síni í kvøld:

 

Verjan skuldi styrkjast til kappingarbyrjan og við nýggja amerikanska vinstrabakkinum uppá pláss, so eru vit eitt fet tættari í arbeiðnum at savna hópin, sum skal kappast um uppflyting.

 

Carter Beck er 2. amerikumaðurin, ið kemur okkara veg, sum úrslit av ferðini hjá venjaranum Richardi Goffe í vetur. Richard luttók á venjingarlegu í Skandinavien í november/desember, og higartil eru tveir verjuleikarar komnir hendan vegin haðani. Fyrst var tað amerikanarin, James Drye og fríggjadagin slapp nýggi vinstribakkurin, Carter Beck, úr sóttarhaldi og so bar til at taka mynd og almannakunngera nýggju avtaluna okkara millum.

 

James og Carter eru annars ikki fyrstu leikararnir, ið koma hendan vegin sum partur av avtalu við altjóða Combine venjingarlegunar, ið vit hava samstarva við undanfarnu tvey árini. Brian Okpala og Joel Vazquez komu haðani, og vit hava higartil verið væl nøgd við støðið á leikarunum.

 

Afturat ítróttarliga støðinum, so hyggja vit nógv eftir hvussu leikarar eru sum persónar. Hesin parturin vigar nærum minst líka tungt, sum teirra fótbóltsevnir. Royndir okkara siga okkum at skal samstarvið blíva heilt gott, so mugu leikarar passa inn í felagsskapin og samfelagið hjá okkum her í oynni.

 

Carter fær bæði góð skoðsmál frá venjaranum bæði sum leikari og persónur og bæði vit og hann eru spent uppá at fáa hann í venjing í morgin og fara til arbeiðis í felag, skrivar B71.fo í kvøld.

 

B71 formaðurin Karl Vidtfeldt og nýggi spælarin úr USA, sum eitur Carter Beck Mynd: b71.fo