Ein av eldsálunum hjá Støkk farin

Tað vóru sorgarboð at frætta, at Poul Lamhauge – Poul hjá Pidda, sum hann vanliga varð róptur – bráddliga var deyður mikudagin, 78 ára gamal.

Fara vit at telja saman á limalistunum, síðan Støkk varð stovnað í 1966, er talan um í túsundavís av fólki, ið onkursvegna hava verið við til at myndað felagið øll hesi árini. Tað veri seg sum íðkarar, leiðarar, venjarar, stuðlar, nevndarlimir ella á annan hátt.

 

Onkur teirra hevur skarað fram úr við sínum elduhuga og vilja at hjúkla um felagið og menna tað og umstøðurnar, sum tað og fimleikurin í økinum hava havt at virka undir.

 

Ein av hesum eldsálunum var Poul og alt hús hansara. Kona Poul, Jóna, hevur eisini verið virkin í Støkk, bæði sum íðkari og í nevnd, og synirnir hava av sonnum gjørt vart við seg á hægsta stigi í føroyskum fimleiki. 

 

Poul var vaksin maður, 22 ár, tá Støkk varð stovnað, men áhugin fyri fimleikinum var longu vaktur, tá tað nøkur ár frammanundan hevði verið kvøldskúlafimleikur í fimleikahøllini í Glyvra Skúla. Har fór Poul sum tannáringur at íðka fimleik, og tá Støkk bleiv veruleiki nøkur ár seinni, bleiv hann beinanvegin virkin í felagnum. Hann var sjómaður tá, so ta fyrstu tíðina var hann bara virkin í fimleikinum ímillum túrar.

 

Poul bleiv skjótt partur av innaru kjarnuni í felagnum. Hann var íðin íðkari, og tíðliga tók hann eisini á seg at venja smádreingirnar.

 

Hann dugdi sum fáur at fara við teimum ungu dreingjunum, og at hava ábyrgdina av teimum var eisini eitt álit, ið kravdi sín mann, tí liðini vóru ofta ógvuliga stór. Tann eina veturin vandi hann ein hóp, sum taldi ikki færri enn 52 smádreingir.

 

Pedagogikkurin hjá Poul var eins einfaldur, og hann var effektivur: Teir fyrstu 15 minuttirnar sluppu dreingirnir at gartera og leika í, sum teimum lysti, og síðan tók Poul stýringina. Tá bar til at fáa allar at ganga í takt og gera, sum sagt varð.

 

Poul var eisini fúsur at taka organisatoriska ábyrgd á seg. Hann var í tveimum umførum tiltakslimur í nevndini, áðrenn hann í 1985 fyrstu ferð bleiv formaður í Støkk. Í fyrstu syftu sat hann sum formaður í trý ár. Í 1988 var hann næstformaður, og árini 1992 og 1993 var hann aftur formaður.

 

Tá Poul gavst í sjálvari felagsnevndini hjá Støkk, bleiv hann í staðin sera virkin í arbeiðinum at royna at útvega felagnum betri hølisumstøður, og hann sat í teimum byggi- og húsanevndunum hjá Støkk, sum frá seinast í 1980’unum stríddust fyri hesum málinum.

 

Úrslitið var, at gamla Glyvra Bio bleiv keypt í 1997 og fekk navnið Støkkhøllin. Hetta var tó bert støðið undir tí stóra varðanum, ið síðan bleiv laðaður. Støkkhøllin og áhaldandi arbeiðið hjá Poul og hinum eldsálunum slóðaði nevniliga av sonnum fyri, at stórsligna og stásiliga Bylgjan kundi lata upp í 2014. Við henni eru karmarnir kring Støkk og fimleikin í økinum tryggjaðir so langt fram í tíðina, sum eygað sær.

 

Sjálvur íðkaði Poul fimleik í Støkk, til knøini fóru at bila, men hann helt fram sum venjari til eftir aldarskiftið.

 

Nú er Poul farin, og Støkk og fimleikurin hava mist eina eldsál og ein trúfastan stuðul.

 

Við djúpastu samkenslu til tykkum, ið eftir sita. Friður verið við minninum um Poul Lamhauge.

 

Støkk