Ein býarmynd hvørvur

Í dag verður tann seinasti "dupultdekkarin" í London tikin úr rutu.

Síðani tann 24. juni í 1954 hava teir eyðkendu reyðu "dupultdekkararnir" verið ein serligur partur av býarmyndini í London, men nú fer tann seinasti í søguna. Hesin bussurin hevur koyrt á rutuni ímillum Marble Arch og Streatham Garage, men í dag verður hann settur.

Tá "dupultdekkararnir" vóru í vælmnaktini, koyrdu ikki færri enn 2.700 bussar av hesum slagnum í gøtunum í London.

Tað sermerkta við hesum bussunum er, at teir eru opnir aftan, so fólk kunnu koma uppí ella fara av har. Hetta hevur víst seg at vera gott hjá teimum, sum eru løtt á sær, men vandamikið hjá øðrum. Í meðal hava vanlukkur við "dupultdekkarunum" kravt trý-fýra mannalív um árið, skrivar Reuter úr London.