Geir Olsen/NTB/Ritzau Scanpix

Brúgv fór í knús í Noregi í morgun

- Hetta hevur verið dramatiskt, men tíbetur hevur alt gingið væl, sigur løgreglumaðurin, Terje Krogstad.

Geir Olsen/NTB/Ritzau Scanpix

Í morgun er ein brúgv í Gullbrandsdalinum í Noregi farin í knús.

 

Tveir bilar stóðu fastir, tá hendingin fór fram. Eitt var ein lastbilur, og her varð førarin bjargaður við tyrlu.

 

Sambært NRK er nú greitt, at førararnir í báðum bilunum eru bjargaðir, og teir hava ikki fingið mein. 

 

- Hetta hevur verið dramatiskt, men tíbetur hevur alt gingið væl, sigur løgreglumaðurin, Terje Krogstad. 

 

Eingir upplýsingar eru um onnur, sum kunnu hava verið á brúnni, tá hon brotnaði. 

 

Men, kortini verður leitað fyri at tryggja sær, at eingin er endaður í ánni. 

 

- Vit halda fram við avhoyringum. Men, tað er einki, sum bendir á, at nakar er endaður í ánni, leggur Terje Krogstad aftrat.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

 

 

Geir Olsen/NTB/Ritzau Scanpix

Myndirnar av brotnaðu brúnni eigur norska kringvarpið, NRK.