Ein dýr íløga

Tað var utan iva eitt mistak, tá Danske Bank fyri sjey árum síðani keypti írska bankan Natinal Irish Bank og norðurírska bankan Northern Bank. Í einari frágreiðing, sum marknaðardeildin hjá Danske Bank, Danske Markets, hevur skrivað, stendur, at íløgurnar í Írlandi og Norðurírlandi hava kostað partaeigarum bankans 34 milliardir krónur í mistum kursvirði.

Við øðrum orðum er niðurstøðan hjá Danske Markets, at Danske Bank hevði verið 58 prosent meiri verdur í dag, um hann ikki hevði havt keypt teir báðar bankarnar. Prísurin fyri teir var 10,6 milliardir krónur, men árini síðani hava teir havt 18,6 milliardir krónur í halli fyri skatt, og tað hevur ávirkað kursin á Danske Bank-partabrøvum nógv.

Frágreiðingin hjá Danske Markets er loynilig, men Børsen hevur fingið fatur á henni.