Ein dagur afturat uttan at nakar er smittaður

Í gjár vórðu 90 fólk kannað fyri korona

Heldur ikki í gjár varð nakar føroyingur afturat funnin við korona. Landslæknin upplýsir í morgun, at nú eru 6.548 fólk kannað við korona og tað merkir, at í gjár vórðu bara 90 fólk kannað.

Sostatt eru tað framvegis tilsamans 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona-smittuna.

Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir aftur eftir at hava havt korona og sostatt er eingin vorðin frískur afturat í gjár. Og í løtuni er heldur eingin innlagdur á sjúkrahúsi við korona.

Úrslitið av øllum hesum er sostatt, at tað vit vita um, eru tað framvegis bara níggju føroyingar, sum hava korona.