Ein dýrur biltúrur

Tað gjørdist til ein heldur dýran biltúr hjá einum manni í nátt, tá løgreglan steðgaði honum í Saltnesi. Hann fekk nevniliga 5.000 krónur í bót, tí hann hevði ikki loyvið at koyra bil.


Tað var um tvey tíðina í nátt, at løgreglan var úti og steðgaði tilvildarligum bilum í Eysturoynni fyri at kanna ljós, dekk, koyrikort og annað, tá ein bilførari varð steðgaður í Saltnesi.


- Tá løgreglan skuldi kanna koyrikortið hjá bilføraranum, vísti tað seg, at bilførarin slett ikki hevði koyrikort til bil. Sostatt fær bilførarin eina bót á 5.000 krónur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.


Lógin ásetir, at fyrstu ferð ein persónur verður tikin fyri at koyra uttan neyðuga loyvið, fær viðkomandi 5.000 krónur í bót. Síðani hækkar bótin so líðandi. Aðru ferð er bótin 6.000 krónur, triðju ferð 7.500 krónur og fjórðu ferð 10.000 krónur. Um bøturnar ikki gera sítt til, at fólk halda lógina, so verður eingin náði víst fimtu ferð. Tá er revsingin sjey dagar fongsul.