Enn ein kendur politikari skiftur flokk

Sambandsflokkurin er liðugur við listan til løgtingsvalið

Sambandsflokkurin er nú liðugur við valevnislistan til løgtingsvalið 8. desembur. Flokkurin hevur 29 valevni úr øllum landinum, á listanum, 16 menn og 13 kvinnur.

 

Eitt, sum loypur í eyguni er, at listin vísir, at enn ein kendur politikari hevur skift flokk. Eitt valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið, er nevniliga Bergun Kass í Havn. Hon hevur fleiri ferðir verið valevni hjá tí sjálvstýrissinnaða, Framsókn, og hon var býráðslimur í Havn fyri Framsókn frá 2017 – 2020. Hon stillaði eisini upp fyri Framsókn á seinasta býráðsvali, umframt at hon var valevni fyri flokkinum á teimum seinastu løgtingsvalunum.

 

Valevnini hjá Sambandsflokkinum eru annars hesi:

 

Aimi Helbo Jensen

 

Anita Heinesen

 

Áron Vest

 

Bárður á Steig Nielsen

 

Bergun Kass

 

Edva Jacobsen

 

Erhard Joensen

 

Eyðdis Hartmann Niclasen

 

Frimodt Rasmussen

 

Fríðgerð Heinesen

 

Guðrun Ejdesgaard

 

Hanna Ovadóttir

 

Haraldur Símunarson Hammer

 

Harriet Høgnesen

 

Helgi Abrahamsen

 

Ingi Mittún

 

Jaspur Langgaard

 

Jensia Højgaard Kjærbæk

 

Johan Dahl

 

Jónleyg J. Bech

 

Kaj Leo Holm Johannesen

 

Magnus Rasmussen

 

Martin Drangberg

 

Michael Koba

 

Petrina Berg á Lag

 

Pole J. Hansen

 

Rasmus Son Mørkøre

 

Rósa Samuelsen

 

Sámal Hanni Lognberg