Ein el-bilur skrásettur í ár

Av teimum 173 akførunum, sum eru seld higartil ár, eru bara ein el-bilur.

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp bilsøluna fyri fyrsta mánaðin í ár.

Tilsamans eru nú 352 elbilar í Føroyum. Av teimum eru 308 persónbilar. Tað svarar til, at 1,2 prosent av persónbilunum eru elbilar, ella at 0,9 prosent av øllum akførum í Føroyum eru eldrivin.

Harvið er langt á mál at røkka elektrifiseringini av bilunum í Føroyum. Bensinakførini eru 19.926 í tali. Tað svarar til 49,5 prosent. Dieselakførini eru 15482, sum svarar til 38,5 prosent.

Akfør, sum eru skrásett uttan motor, so sum kampingvognar, viðfestisvognar o. a. eru 4.504 sum svarar til 11,2 prosent.

Lógin um afturbering av mvg á elbilum og hitapumpum fór úr gildi á nýggjárinum. Nýtt lógaruppskot er lagt fyri tingið, men er ikki avgreitt í tinginum. Eitt sindur av ósemju tykist vera um, at landsstýrismaðurin hevur tikið hybrid-bilar og plug in hybrid bilar við í uppskotið. Men formaðurin í fíggjarnevndini, Magnus Rasmussen, hevur sagt, at málið um el-bilarnar bara er eitt avgreiðslumál, og at afturberingin verður galdandi frá 1. januar 2021 at rokna.