Leygardagin 4. november verður skipað fyri pílagrímsdegi í Leirvík, og dagurin byrjar í Limmilund klokkan 11. Síðan verður gingið inn á Varmakeldu, har frásøgn verður um kelduna og síðan heim aftur til Leirvíkar.
Fyrireikararnir siga, at hetta verður ein lættur og róligur túrur við innihaldi, sum hoyrir til pílagrímstúrar, og her verður sangur, andakt, dvøljingarorð og felagsskapur, sum tikið verður til.
- Tiltakið er bert fyri vaksin, og neyðugt er at tekna seg og rinda eitt ávíst luttøkugjald, tí dagurin endar við eini hugnaligari løtu við heitari máltíð, samveru og felagssangi.
Fyrireikararnir siga, at pílagrímstiltakið endar klokkan umleið 18.30 og tey, sum kundu hugsað sær at verið við, kunnu senda eini sms-bio á tlf. 273329.
- Søren Kirkegaard hevur sagt soleiðis: "Tab for alt ikke lysten til at gå. Jeg går mig hver dag den daglige velbefinnende til, og jeg kender ingen tanke så tung, at man ikke kan gå fra den", legði hann aftrat.