Á býráðsfundi í Vági í gjárkvøldið var eitt mál um at bjóða økið yviri á Oyrunum út til annað viksemið enn tað, sum er har í dag.
Í summar setti eitt felag seg í samband við Vágs kommunu um økið.
- Ætlanin hjá felagnum er at byggja eitt virki til móttøku av uppsjóvarfiski. Borgarstjóri, varaborgarstjóri og umboð frá fyrisitingini vóru við á fundinum.
Í Vágs kommunu siga tey, at á hesum fundi varð greitt frá, hvørjar ætlanir nevnda felag hevur í Vági.
Á fundinum fekk felagið at vita, at Vágs kommuna er positiv um ætlanina, men eingin avtala varð gjørd.
- Felagið hevði síðan verið í samband við teknisku deild hjá kommununi og biðið um ymiskt í samband við ráðgeving av einari møguligari havnarútbygging.
Hin 28. august kunnaði borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, býráðið um ætlanina, og varð hon væl móttikin av øllum býráðnum.
Vágs býráð var eisini á fundi við felagið hin 12. september, og tá greiddi felagið frá, hvat ætlanin er at byggja.
- Í fyrsta umfari er ætlanin at byggja eina móttøku av uppsjóvarfiski, har felagið til fyrsta byggistig ynskir eitt øki á 4.000 fermetrar. Í øðrum byggistigi ynskir felagið at víðka økið til 5.000 fermetrar.
Í Vágs kommunu siga tey, at felagið hevði ynski um eitt øki á umleið 18.000 fermetrar til eina møguliga bygging av einum størri virkið.
- Vágs býráð vísti á, at møguleiki er at víðka økið eystureftir, og her var felagið ikki avvísandi, tí felagið ynskir at verða ein viðspælari í lokalsamfelagnum. Síðan tá hevur tekniska deild arbeitt við at vísa á, hvussu økið kann víðkast eystureftir.
Nevnda felag hevur verið positivt um hendan møguleika.
- Á býráðsfundi í gjárkvøldið tók eitt samt býráð undir við ætlanini at bjóða felagunum økið á 4.000 fermetrar við møguleika at víðka økið til 5.000 fermetrar, siga tey í Vágs kommunu í dag.