- Eg eri fjeppari av báðum og árligu gestur. Eg haldi at G! torir væl at taka nýggjar og øðrvísi bólkar.
Tað sigur Jákup Bernhard Brim Joensen, ið er klaksvíkingur í útlegd í Keypmannahavn, har hann lesur søgu í Odense. Í dag eru søgubøkurnar lagdar á hillina, og kósin er sett móti G! Festivalinum, har hann serliga er áhugaður í teimum føroyskum nøvnunum.
- Eg gleði meg at hoyra Høgna Lisberg. Her eru nógv góð føroysk nøvn, og man má ikki gloyma svervektararnar Eivør og Teit. Eg havi eisini longu verið og lurtað eftir Elinborg, Punjab og Hans Andrias.
Jákup Bernhard hevur eisini rósandi orð at bera høvuðsnavninum, Dizzy Mizz Lizzy, ið hann hevur hoyrt á Roskilde fyri nøkrum árum síðani.
- Tað verður spennandi at hoyra Dizzy Mizz Lizzy. Eg havi hoyrt teir á Roskilde og lurtaði nógv eftir teimum fyrr. Tað spæla ótrúliga væl, og er tað ein frægd bara at hoyra teir.