Tað siga teir sjey ergoterapeutarnir um ætlaðu sparingarnar á eldraøkinum, sum verða settar í verk frá í morgin 1. juni.
Ergoterapeutar, sum starvast innan eldraøkið í høvuðsstaðinum, handa í dag mótmælisskriv móti ætlaðu sparingunum. Skrivið verður handað, bæði til borgarstjóran í Havn og landsstýriskvinnuna í almannamálum.
- Í mótmælisskrivinum stendur, at vit mótmæla ætlanunum um at flyta ergoterapeutar innan eldraøkið í Tórshavn millum tvær røktarskipanir ella siga teimum úr starvi, sigur Turið Jacobsen, sum er ein av teimum sjey ergoterapeutunum. Sjálv er hon ergoterapeutur á Boðanesheiminum.
- Vit vilja heita á leiðslurnar, landsstýriskvinnuna og borgarstjóran um at samla egoterapeutarnar innan eldraøkið í Tórshavn í eina endurvenjingarskipan, heldur enn sum nú er, at vit sjey ergoterapeutarnir arbeiða í fimm ymiskum skipanum, har fokus er á røkt, sigur Turið Jacobsen.
- Vit hava eina etiska skyldu til at boða frá, tá tey eldru ikki fáa ta tænastu, ið tey hava rætt til, sigur Turið Jacobsen.
Hoyr alla samrøðuna við Turið Jacobsen niðanfyri.