Ein katastrofa fyri fólkaskúlan

Eg kann bara siga, at okkum vantar orð fyri hesum, ið gongur fyri seg og vit standa sera spyrjandi, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen, nú eykajáttan ikki fæst til fólkaskúlan, eftir at næmingatalið er hægri enn mett.

Hon heldur tað vera løgið, at fíggjarnevndarformaðurin, sum er limur í Lærarafelagnum og partur av skúlaleiðsluni, ikki vil taka málið upp

Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag sigur, at støðan, sum hon er nú, als ikki kann góðtakast.

- Í fjør og í ár eru tillutaðu tímarnir ikki komnir skúlunum í hendi í góðari tíð og møguleiki hevur ikki verið fyri at leggja til rættis, fyrr enn í summarfrítíðini. Í fjør tók tíð at fáa viðurskiftini hjá sáttmálasettum lærarum í rættlag og nú letur til, at játtanin er ein forðing, sigur Elsa Birgitta Petersen.

- Áðrenn tey tvey undanfarnu árini, hava lærarar og leiðslur vant seg við, at tímatalvan verður løgd í mars/apríl, so lærarar, leiðsla og ikki minst foreldur og næmingar, vita hvussu skúlagongdin verður komandi árið. Nú standa vit sera spyrjandi, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag.


Ótolandi

Støðan, sum hevur tikið seg upp, eftir at tað gjørdist greitt, at eini 235 næmingar fleiri enn mett frammanundan, eru í føroyska fólkaskúlanum komandi ár, tykist alt meira ógreið. Fíggjarnevndin vil ikki avgreiða umbønina frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum um eina eykajáttan, tí umbønin ikki er komin teimum í hendi, fyrr enn løgtingið var farið í summarfrí.

Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, hevur fingið greið boð um at finna neyðuga peningin aðrastaðir innan síni málsøki, men hann metir, at ilt er at skerja nakrastaðir, uttan at okkurt steðgar upp, og hann ynskir fund við fíggjarnevndina.

Elsa Birgitta Petersen metir, at sum støðan er í løtuni, so eru viðurskiftini ótolandi fyri limirnar í Føroya Lærarafelag, tí lærarar, ið skulu søkja starv, vita ikki, hvørji størv eru leys at søkja. Og eisini óvissan um, hvørt tað møguliga verður spart so mikið, at færri lærarastørv eru komandi ár, er ótolandi.

- Vit sendu skriv til landsstýrismannin, tá Yrkisfelagið var liðugt við sínar samráðingar, har vit heittu á hann um at broyta fólkaskúlalógina soleiðis, at tað eisini í framhaldsdeildini kemur eitt mark uppá hægst 24 næmingar í hvørjum flokki. Sum er stendur hetta bert í lógini viðvíkjandi 1. til 7. flokk, so nú er møguliga vandi fyri, at spart verður á tann hátt, at fylt verður í framhaldsflokkarnar, og so vita vit, hvør bløðir fyri tað, óttast Elsa Birgitta Petersen, og leggur afturat, at vónleyst verður at undirvísa eftir nútímans undirvísingarhættum og tey, sum hava serligan tørv, detta burtur ímillum.


Ein katastrofa

- Hetta er ein katastrofa fyri fólkaskúlan, hvørki meira ella minni, men hvør hevur skuldina, tað er ilt at siga, men tað er neyvan bara Undirvísingar- og mentamálastýrið og landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, tí málið hevur eisini ligið leingi í Fíggjarmálastýrinum, metir Elsa Birgitta Petersen, men hon leggur afturat, at ilt er at fáa greiðu á hesum, tí orð stendur ímóti orði í hesum málinum.

- Vit hugsa um okkara limir og skúlan. Hetta er ein katastrofa fyri skúlan og okkara limir, bæði leiðslu, lærarar í starvi, lærarar, ið skulu setast og eisini fyri næmingar og foreldur, sigur Elsa Birgitta Petersen.


Nevndarformaðurin limur í lærarafelagnum

Enn hevur Føroya Lærarafelag ikki umhugsað nøkur tiltøk, tí enn er støðan so nýggj.

- Vit hava bíðað og fleiri ferðir spurt okkum fyri, um tímarnir ikki skjótt koma, men hava fingið drálandi svar og eina ávísa frágreiðing, men henda støðan er so nýggj, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag.

Hon heldur tað vera sera løgið, at fíggjarnevndin, ikki vil taka málið upp, tí formaðurin, Bjarni Djurholm, varaskúlastjóri á Eysturskúlanum í Havn, er limur í Lærarafelagnum.

- Formaðurin í fíggjarnevndini telist millum okkara limir, hann er eisini partur av skúlaleiðsluni, so hansara hjartað má liggja á øðrum stað, metir Elsa Birgitta Petersen, sum annars enn metir, at málið er ov nýtt, til at enn kann verða talan um tiltøk.


Sum kavabóltur

Elsa Birgitta Petersen minnir á, at tann stóri sorgarleikurin er, at landsstýrið legði eina nýggja fólkaskúlalóg fyri løgtingið, sum løgtingið samtykti.

- Føroya Lærarafelag ávaraði um, at lógin fór at kosta pening, men bert ein brøkpartur av veruliga kostnaðinum fylgdi við og er hetta ein av orsøkunum til vanlukkuna, ið nú er hend, metir Elsa Birgitta Petersen.

- Hetta hevur verið sum kavabólturin og trupulleikarnir fara bara at vaksa, tá arbeiðskrøv og gjald fyri tað ikki samsvara, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen