Ein koyrdi við kenning og onkur hevði rúsevni í bili

- Ein bilførari missir helst koyrikortið fyri rúsdrekkakoyring, og ein annar fær bót fyri at hava rúsevni í bilinum, sigur løgreglan.

Seinnapartin í gjár varð ein bilførari tikin í Havn fyri at koyra við kenning. 

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at blóðroynd er tikin, og tað verður úrslitið av henni, sum verður avgerandi fyri, hvør sektin verður.

 

- Vit steðgaðu eisini einum bili í gjárkvøldið, har tað vísti seg, at tey, sum vóru í bilinum, høvdu rúsevni uppi á sær. 

 

Løgreglan sigur, at talan var um smáar nøgdir, sum kortini geva bøtur fyri at hava rúsevni uppi á sær.

 

- Seinnapartin í gjár fingu eisini tveir bilar skaða í Sverrisgøtu í Havn. Her var eingin fólkaskaði, men annar bilurin fekk stóran skaða.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at aftari bilurin helst ikki hevur hildið neyðugu frástøðuna, og tað kann geva klipp í koyrikortið.