Ein meistari leggur kettjarin

Tennis: Roger Federer boðar frá, at hann sum 41 ára gamla gevst at spæla á hægsta stigi

Mynd: (Scanpix)

Roger Federer hevur í dag boðað frá, at hann spælir sína seinastu ATP-kappping í komandi mánaði. 41 ára gamli sveisarin hevur vunnið heilar 20 Grand Slam, men eftir tríggjar skurðviðgerðir í knænum, hevur hann uppgivið at røkka heimstoppinum eina seinastu ferð.

 

- Sum tit vita, so hava trý tey seinastu árini verið merkt av skaðum og skurðum. Eg havi arbeitt fyri at koma fyri meg, men eg kenni eisini mørkini hjá mínum egna kroppi. Boðskapurin frá kroppinum er við tíðini blivin meira og meira greiður, sigur Roger Federer í sjónbandabroti á sosialu miðlunum.

 

- Eg eri 41 ára gamal. Eg havi spælt yvir 1.500 dystir hesi seinastu 24 árini. Onkuntíð kennist tað sum bara 24 tímar, tí eg havi fingið meira enn eg kundi droymt um frá Tennis-ítróttini. Laver Cup í komandi mánaði verður mín seinasta kapping, sigur Roger Federer.

 

Roger Federer hevur vunnið 20 Grand Slam kappingar og samanlagt 103 ATP kappingar. Hann var styrkismettur sum nummar eitt í heiminum frá feburar 2004 til august í 2008. Tað eru 237 vikur og tað er met.

 

Róligi sveisarin takkaði eisini Rafael Nadal og Novak Djokovic, sum hava vunnið ávikavist 22 og 21 Grand Slam kappingar, fyri nógvar góðar dystir. Teir tríggjar hava spælt mangan minniligan innanhýsis dyst gjøgnum árini. Fyrr í vikuni boðaði Serena Williams, at hon eisini gevst við tennis á hægsta stigi.

 

##med2##

 

Mynd: (Scanpix)

Mynd: (Scanpix) Serena Williams og Roger Federer