Ein millión skattafrítt

Tað er ikki so galið at búgva langt frá arbeiðsplássinum. Tað kunnu eitt nú Johan Dahl, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Karsten Hansen ásanna, sum fáa 163.703,80 skattafríar krónur árliga í endurgjaldi fyri at ferðast til og frá arbeiði

Ferðastuðulin, sum vanlig fólk fáa, fyri at koyra millum heim og arbeiðspláss kemur væl við. Býrt tú til dømis í Klaksvík og arbeiðir í Havn, fært tú 40,50 krónur endurgoldið fyri hvønn dag, tú koyrir til arbeiðis, umframt eitt tunnilsendurgjald á 8,45 krónur fyri hvønn túr. 220 verkadagar eru árliga og tað merkir, at klaksvíkingurin, sum arbeiðir í Havn fær 10,769 krónur endurgoldið í ferðastuðli árliga. Tað kemur væl við hjá teimum flestu.
Men munur er á fólki. Bjørn Kalsø býr niðan Horn 40 í Klaksvík. Hann fær 163.703,40 skattafríar krónur árliga, tí hann arbeiðir í Havn. Siga vit, at hann eins og fólk flest arbeiðir 220 dagar árliga, fær hann stívliga 744 krónur dagliga í kostnaðarendurgjaldi. Grannarnir hjá Bjørn Kalsø fáa hinvegin 33,95 fyri hvønn túr, teir koyra til arbeiðsplássið í Havn.
Við øðrum orðum kostar tað góðar 710 krónur meira um dagin at flyta Bjørn Kalsø úr Havn til Klaksvíkar, enn tað kostar at flyta grannar hansara. Eisini Jákup Mikkelsen, Karsten Hansen og Johan Dahl fáa sama kostnaðarendurgjald og Bjørn Kalsø.
Jørgen Niclasen fær somuleiðis eina trivaliga upphædd endurgoldið árliga. 142.351,13 krónur fær hann at koyra úr Sørvági til Havnar. Kári P. Højgaard, sum brúkar minst líka langa tíð, um at flyta seg í sínum bili til Havnar sum Jørgen Niclasen, fær hinvegin bara 99.645,79 krónur árliga. Hetta tíð, at landsstýrisfólk, sum búgva í Vágoynni og Sandoynni fáa tað meira enn landsstýrisfólk, sum búgva í Eysturoynni.
Hinvegin fáa Annika Olsen og Kaj Leo Holm Johannesen ikki eitt oyra endurgoldið. Landsstýrisfólk, sum búgva í annaðhvørt Tórshavn, Hoyvík, á Argjum ella Hvítanesi fáa ikki eitt klovið oyra í kostnaðarendurgjaldi.
Tey kunnu so ugga seg við, at tey ikki verða snýtt fyri tað, sum verður rópt borðfæ. Landstýrisfólk fáa 2.372,52 um mánaðin ella tað, sum svarar til 28.470,23 árliga. Skattafrítt, væl at merkja. Løgmaður er í so máta meiri líka enn onnur. Hann fær 7.117,56 krónur um mánaðin, altso 85.410,68 krónur árliga.
Venda vit so aftur til dømi við Bjørn Kalsø, so merkir tað, at hann fær 13.641,98 krónur um mánaðin í kostnaðarendurgjaldi, umframt 2.372,52 krónur í borðfæi. Hetta svarar til 16014,5 skattafríar krónur um mánaðin.
Seta vit tingini eitt sindur í perspektiv, so fær eitt fólk, sum arbeiðir á einum flakavirki, beint undir 20.000 krónur í løn um mánaðin. Hetta um tað arbeiðir fulla tíð, og tað eru tað tey fægstu, sum gera. Við øðrum orðum fær eitt flakafólk nakað tað sama í skattskyldugari løn, sum Bjørn Kalsø og hansara líkar fáa í skattafríum endurgjøldum um mánaðin.
Alt hetta merkir, at landsstýrisfólkini fáa 1.181.516,41 skattafríar krónur árliga. Hetta metir politiska skipanin er hóskandi. Sama skipan, sum metti, at ferðastuðulin til vanliga fólki var alt ov høgur og skuldi lækkast per 1. januar 2011, soleiðis at grannarnir hjá Bjørn Kalsø fingu 1300 krónur minni enn vanligt. Í 2010 fingu hesir nevniliga 12.054 krónur árliga, men politiska skipanin metti, at 10,769 krónur er ein hóskiligari upphædd til klaksvíkingin, sum koyrir til arbeiðis í Havn.
rolant@sosialurin.fo
--

Johan Dahl
Kostnaðarendurgjald 163.703,8
Borðfæ28.470,23
Tilsamans 192.174,53

Karsten Hansen
Kostnaðarendurgjald 163.703,8
Borðfæ28.470,23
Tilsamans 192.174,53

Bjørn Kalsø
Kostnaðarendurgjald 163.703,8
Borðfæ28.470,23
Tilsamans 192.174,53

Jákup Mikkelsen
Kostnaðarendurgjald 163.703,8
Borðfæ28.470,23
Tilsamans 192.174,53

Jørgen Niclasen
Kostnaðarendurgjald 142.351.13
Borðfæ28.470,23
Tilsamans 170.821,36

Kári P. Højgaard
Kostnaðarendurgjald 99.645,79
Borðfæ28.470,23
Tilsamans 128.116,02

Annika Olsen
Býr í Havn og fær einki kostnaðarendurgjald
Borðfæ 28.470,23

Kaj Leo Holm Johannesen
Býr í Havn og fær einki kostnaðarendurgjald
Borðfæ 85.410,68