Ein nýggjur varði er lagaður
TAÐ gevast høvi, sum eftirtíðin minnist aftur á við virðing og takklæti, og onkuntíð ert tú so heppin, at sum eygnavitni, kennir á tær, at hetta verður ein løta, sum framtíðin fer at minnast aftur á. Løtan fríggjadagin, tá nýggja móðirmálsorðabókin varð alment løgd fram, fer at verða minst aftur á. Tað er upplagt, at tey, sum í framtíðini fara at búleikast her, fara at minnast 24. juli 1998 og móðirmálsorðabókina sum nakað serstakt og søguligt.
VIT royna í blaðnum í dag ? eftir førimuni ? at gera burturúr tí, sum sást og hoyrdist í Norðurlandahúsinum. Undrunarvert er, at elektronisku fjølmiðlarnir, sum hava møguleika at senda beinleiðis, ikki gjørdu meiri burturúr hesum væl skipaða tiltakinum. Serliga útvarpið átti at havt møguleikar at gjørt burturúr, men vónandi fara teir at geva orðabókini rúm í onkrari mentunarsending seinni.
SUMMAR mentunarligar hendingar eiga serligt rúm í huganum á føroyingum, tí tað vísti seg, at tær høvdu serligan týdning fyri lívið og gerandisdagin. Vit kunnu t.d. nevna, tá Bíblian kom á føroyskum, og tá Útvarp Føroya sá dagsins ljós. Aftur og aftur verður hetta havt á munni, og tey, sum slóðaðu fyri verða minst við heiður og æru.
MÓÐIRMÁLSORÐABÓKIN hevur verið ávegis í mong ár. Fleiri teirra, sum eldhugað virkaðu fyri, at mál okkara skuldi eiga sjálvsagdan rætt á øllum økjum í samfelagnum ? eitt nú í skúla, kirkju, politikki, rættarsali og í sambandi við hægri lestur ? eru farin undir grønu torvu. Orðabókin er ein varði yvir øll hesi, og yvir øll tey kring landið, sum heilt frá Svabo um Hammershaimb, dr. Jakob Jakobsen og millum aðrar Rikard Long, Christian Matras, Jóhannes av Skarði og til Jóan Hendrik Winther Poulsen og dagin í dag við nærlagni og av reinum huga hava sitið undir og lofta orðum og vendingum, sum tey hava lagt sær í geyma og borið víðari.
SPURNINGAR um nýggj orð og nýggjar vend-ingar stinga seg alla tíðina upp, og tað er væl, at taðeru ymiskar áskoðanir, og at tað framvegis verður tosað og mett um, hvat er gott føroyskt mál, og hvat er málspilla. Hetta er prógv um, at tað er lív í, og at mál okkara harvið eigur eina framtíð. Hetta fer uttan iva eisini at síggjast aftur í komandi útgávum av móðirmálsorðabókini.
ÚRSLITIÐ av strevinum við móðirmálsorðabókini liggur nú á borðinum, og so mugu vit vóna, at bókin verður brúkt, og at tað fer at síggjast og hoyrast, at hon verður brúkt. Ikki minst í fjølmiðlunum og í skúlanum. Tað kostar at ogna sær orðabókina, og kommunurnar fara í heyst at frætta frá skúlunum, sum fara at biðja um fleiri pengar til undirvísingartilfar, tí nú skulu orðabøkur keypast. Kanska hevði tað verið eitt hugskot, at skúlarnir fingu onkra seravtalu um prís, nú teir skulu syrgja fyri, at næmingarnir fáa høvi at brúka orðabókina. Illa sperdu kommunurnar eiga at leska skúlunum til orðabøkur, og skúlarnir eiga at seta orðabókina ovarlaga á listanum, tá teir raðfesta keyp av nýggjum amboðum.
VIT ynskja tykkum, sum hava lagt orðabókina til rættis og staðið fyri útgávuni, tillukku við arbeiðnum, og vit ynskja øllum Føroya fólki tillukku við fyrstu móðirmálsorðabókini, sum avgjørt má metast at vera ein nýggjur og hentur varði í føroyskari søgu og mentan.