Menniskjur í hópatali - ið gjøgnum fleiri ártíggjur hava gjørt eitt dygdargott arbeiði - verða søgd úr starvi uppá standandi fót, ella við uppsagnartíð uppá nakrar mánaðar.
Vit kunnu taka úr rúgvuni:
Starvsfólk á Strandfaraskipum landsins.
Starvsfólk á Postverki Føroya.
Starvsfólk á Føroya tele.
Starvsfólk í Føroya Banka.
Starvsfólk í Klaksvíkar kommunu og so framvegis.
Og júst í skrivandi løtu skuldi løgtingið fara undir viðgerð av umsókn frá Smyril Line um stuðul uppá 30 milliónir krónir til Norrønu, sum er í fíggjarligari trongstøðu.
Men tá viðgerðin byrjaði í løgtinginum kl. níggju um kvøldið, trein ein løgtingslimur á røðarapallin og nýtti so gott sum alla talutíð sína at viðgera landsstýrismannin Jóhan Dahl.
Og eg, sum væntaði eina umrøðu av tingmálinum um stuðul til Norrønu og einans fekk eina heldur ódámliga og óhóskandi umrøðu av landsstýrismanninum Jóhan Dahl í útvið einum hálvum tíma í staðin, sløkti fyri lurtitólinum og fór til songar við bøn og ynski um, at meiriluti kundi fáast fyri at veita Smyril Line hesa neyðugu peningaupphædd.
Tá eg so morgunin eftir fekk at hoyra, at umsóknin var játtað, gjørdist eg sera glaður, ikki minst vegna tess, at so var ikki neyðugt at siga tey umleið 200 starvsfólkini úr starvinum.
Føroyar hava júst veitt Íslandi - sum eisini er í stórum fíggjarligum trupulleikum - eina hjálpandi hond við eini peningaupphædd uppá 300 miljónir krónir og er hetta bæði rætt og gott.
Men hava vit ráð at veita Íslandi hesar 300 milliónirnar - og tað hava vit - so hava vit eisini ráð at veita einum so stórum arbeiðsplássi sum Smyril Line og Norrønu 30 milliónir krónir.
Jú, nú er ein onnur tíð og eingin kann klára seg einsamallan í dag - hvørki einstaklingar, kommunur ella einstøk lond. Donsku kommunurnar byrjaðu fyri tíð síðani at leggja saman í stórar eindir, til tess at fáa fíggjarliga orku til peningakrevjandi uppgávur og nú eru føroysku kommunurnar farnar undir líknandi samanlegging í størri eindir, so ráð kann vera at útbyggja skúlaverkið, heilsuverkið, sosialu útbyggingina og so framvegis. Føroysku kommunurnar, sum upprunaliga vóru um 50 í tali, eru nú minkaðar til umleið 30 ella kanska væl tað. Miðað vóru fram ímóti, at kommunurnar skulu minkast til sjey ella níggju.
Hetta var um broytingina innan kommunurnar, men hvussu við teim einstøku londunum.
Taka vit Ísland sum dømi, so er landið komið í fíggjarligan brotasjógv, so tað stendur eftir. Og tað skal vera okkara vón, at landið reisir seg aftur, og at betri tíðir koma aftur, bæði fyri land og fólk.
Men tað tykist, sum ein ávísur røringur er komin millum íslandska fólkið.
Fyri nøkrum døgum síðani var ein kanning gjørd millum íslendska fólkið. Kanningin vísti, at triðji hvør íslendingur hevði umhugsað at flyta av landinum. Kanningin vísti eisini, at helmingurin av teimum ungu millum 16 og 24 ár eisini umhugsaðu at flyta av landinum.
Ein onnur kanning vísti, at um 70% av íslendska fólkinum vildu, at íslendska krónan varð umbýtt við evruna, og at landið skuldi søkja um limaskap í ES.
Men hvussu við okkara egna landi - Føroyar.
Tað er ein óreingiligur veruleiki, at teir 4 fullveldisflokkarnir - Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin við samtykt hava skorið blokkin so meint í einum, at um henda samtykt ikki var framd, so hevði landið verið umleið 3 milliardir krónir ríkari og kundi hesin peningur verið nýttur til útbygging av samfelagnum ella sum uppsparing til niðurgangstíðir, sum til dømis núverandi støða, har peningatrot er veruleiki í so mongum heimum og virkisfeløgum.
Nú veit eingin, hvussu langt á fullveldisleið fullveldisflokkarnir høvdu farið, um ætlaða fólkaatkvøðan varð framd fyrst í hesi øldini, og loysingin hevði meirilutan. Men tað fer kalt niður eftir rygginum við at hugsa um, hvussu ein møgulig føroysk króna hevði klárað seg í núverandi kreppu.