Sáttmálin, sum tryggjar Føroyum luttøku í samstarvsætlanini fyri gransking og menning hjá ES, Horizon Europe, varð undirskrivaður í Bruxelles tann 24. mai í ár. Elin Mortensen, sendikvinna Føroya í ES, undirskrivaði vegna Føroyar. Fyri ES undirskrivaðu Fabrice Dubreuil, umboð fyri franska formansskapin í ES Ráðnum, og Joanna Drake, varaaðalstjóri fyri aðalráðið fyri gransking og nýmenning. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, og ES nevndarlimurin fyri gransking, útbúgving og mentan, Mariya Gabriel, luttóku talgilt

Ein sáttmáli – fjøltáttað samstarv

Í mars í ár var Løgtingið liðugt at viðgera uppskot um rammusáttmála millum Føroyar og Evropasamveldið um samstarv á fleiri økjum. Hetta er nýggjur sáttmáli, sum gevur møguleika fyri meiri fjøltáttaðum samstarvi enn higartil. 

Sáttmálin, sum tryggjar Føroyum luttøku í samstarvsætlanini fyri gransking og menning hjá ES, Horizon Europe, varð undirskrivaður í Bruxelles tann 24. mai í ár. Elin Mortensen, sendikvinna Føroya í ES, undirskrivaði vegna Føroyar. Fyri ES undirskrivaðu Fabrice Dubreuil, umboð fyri franska formansskapin í ES Ráðnum, og Joanna Drake, varaaðalstjóri fyri aðalráðið fyri gransking og nýmenning. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, og ES nevndarlimurin fyri gransking, útbúgving og mentan, Mariya Gabriel, luttóku talgilt

Nýggi sáttmálin fevnir eisini um avtaluna millum Føroyar og Evropasamveldið um Horizon Europe. Horizon Europe er skráin hjá ES-nevndini við samstarvsmøguleikum innan gransking, menning og nýskapan fyri tíðarskeiðið 2021-2027.

 

Tað var eyðsæð, at løgtingslimir høvdu sett seg væl inní, hvat málið snúði seg um, og at tað vóru framtíðar málsetningar, sum Løgtingið hevði til viðgerðar. Álitið hjá Uttanlandsnevndini vísir, at samstarvið millum Føroyar og Evropasamveldið verður tikið í størsta álvara.

 

Sáttmálin um luttøku í samstarvsverkætlanum Samveldisins hevur ikki ásettan tíðarkarm. Hann er breiður, leggur lunnar undir og setir karmar fyri samstarvinum millum okkum og Evropasamveldið langt inn í framtíðina.

 

Tá ið eitt samt Løgting hevði samtykt sáttmálan, var samstundis latið upp fyri, at føroyskir myndugleikar kunnu hugsa um at víðka samstarvið til onnur øki í fjølbroytta evropeiska úrvalinum.

 

##med2##

 

Samstarv á útbúgvingarøkinum

 

Landsstýrismaðurin hevði longu frammanundan verið alment úti við boðunum um, at tað er áhugi í Føroyum fyri at luttaka í Erasmus+, sum er samstarvið á útbúgvingarøkinum. Um hetta fer at eydnast, so verður m.a. møguligt hjá lesandi á Fróðskaparsetri Føroya at fara til onnur lond eitt skifti, á sama hátt sum føroysk lesandi uttanlands í mong ár hava kunnað farið longri út í heim í lestrartíðini.

 

Erasmus+ letur samstundis upp fyri, at lesandi úr øðrum londum kunnu velja at koma til Føroya eitt tíðarskeið. Og tað er at fegnast um.

 

Eitt væleydnað Erasmus+ uppihald í Føroyum, kanska enntá við starvsvenjing í føroyskari fyritøku, kann verða lykilin til varandi samstarv. Slíkir møguleikar kunna hava stóran týdning fyri luttøkuna í Horizon Europe.

 

Uttanlandsnevndin skrivar í álitinum, at “tilgongdin at gerast partur av granskingarsamstørvum á ymsum økjum kann vera krevjandi”, og nevndin mælir til at styrkja tann partin, sum hevur við fyrireiking og íverkseting av granskingarsamstørvum at gera.

 

Luttøka í útbúgvingarsamstarvinum Erasmus+ er ein máti at byggja og styrkja netverk, tí altjóða samstørv eru uttan tíðarkarm og tey byrja ongantíð ov tíðliga.

 

##med3##

 

Hinvegin hevur ein ítøkilig verkætlan ein tíðarkarm og tað er alneyðugt, at fólkini, sum skulu arbeiða í felag, kenna hvønn annan og hava álit á hvørjum øðrum. Ein Horizon verkætlan tekur vanliga umleið fýra ár. Virkar samstarvið væl, arbeiða somu luttakarar víðari í fleiri verkætlanum. Og tað verður lættari fyri hvørja verkætlan, serliga um arbeiðsstevið í netverkinum er gott.

 

Tey, sum virka í leiðandi størvum á Setrinum, granskingarstovnum og í fyritøkum, eiga at seta mál fyri luttøku í altjóða samstarvi, og sjálvandi at taka væl í móti teimum lesandi, tann dagin, tað verður møguligt at koma til Føroya við stuðli úr Erasmus+.

 

Nýggi sáttmálin er framsøkin. Um Føroyar velja at brúka møguleikarnar, fara hesi samstørv at skapa vøkstur og nýggj størv. Tí er at fegnast um, at føroyingar nú hava fingið atgongd til eitt fjøltáttað úrval av evropeiskum møguleikum. 

 

 

 

 

 

 

 

Sáttmálin, sum tryggjar Føroyum luttøku í samstarvsætlanini fyri gransking og menning hjá ES, Horizon Europe, varð undirskrivaður í Bruxelles tann 24. mai í ár. Elin Mortensen, sendikvinna Føroya í ES, undirskrivaði vegna Føroyar. Fyri ES undirskrivaðu Fabrice Dubreuil, umboð fyri franska formansskapin í ES Ráðnum, og Joanna Drake, varaaðalstjóri fyri aðalráðið fyri gransking og nýmenning. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, og ES nevndarlimurin fyri gransking, útbúgving og mentan, Mariya Gabriel, luttóku talgilt

Nýggi sáttmálin gevur Føroyum møguleika at gerast partur av teimum samstarvsætlanum hjá ES, ið loyva atlimaskap fyri lond uttanfyri ES.