Ein sera dugnaligur maður

bankastjóri

Pauli Ellefsen er helst tann føroyingurin, sum hevur best innlit í fakligu førleikarnar hjá Súna Schwartz Jacobsen.
Tað var Pauli, sum fyri skjótt 10 árum síðani fekk Súna Schwartz Jacobsen at flyta aftur til Føroya, eftir at hesin hevði lokið prógv sum ríkisgóðkendur grannskoðari.
Síðani hava teir báðir verið stjórar í fyritøkuni, sum Pauli undan hesum átti einsamallur, og tá vit spurdu Paula, hvat hann helt um nýggja stjóran í Føroya Banka, tóktust orðini einvíst at vera positiv.
- Eg kann bara staðfesta, at Súni er ein sera vitugur og dugnaligur maður. Hann hevur eina sera góða útbúgving, og hann hevur eisini eitt gott innlit í føroyskt vinnulív, staðfestir Pauli Ellefsen.
Umframt fakligu rósurnar tykist Pauli eisini staðfesta, at menninskjansligu eginleikarnir hjá Súna eisini hava verið framúr.
- Samstarvið okkara millum hevur í øllum førum riggað sera væl. Og tað vil sjálvandi vera ein missur fyri fyritøkuna, tá Súni tann 1. februar fer í annað starv.
- Hinvegin er missurin ikki so stórur, sum hann hevði verið, um hetta hendi fyri nøkrum árum síðani. Í dag er støða okkara somikið heppin, at vit eru fimm ríkisgóðkendir grannskoðarar á fyritøkuni. Sjálvur verið eg partur av hesum til einaferð miðskeiðis í komandi ári, men tá verða tað so tey »ungu« í fyritøkuni, sum koma at reka virksemið víðari.
Pauli verður sjálvur 70 ár í apríl mánaði. Hann hevur seinnu árini spakuliga avhendað sín part av SPEKT, men fram til komandi summar heldur hann fram sum ein av stjórunum í fyritøkuni. Súni Schwartz Jacobsen avhendar formliga sín part av fyritøkuni 31. januar, og verða tað tá Árni Ellefsen, Finnbjørn Zachariasen og Mirjam Haraldsen, sum koma at stjórna fyritøkuni.