Ein tikin fyri rús­drekka­koyr­ing í nátt

Nógv full fólk hava verið í býnum í Havn í nátt, sum hava givið løgregluni nakað av arbeiði

Bara eitt mál er skrivað í bókina hjá løgregluni seinasta samdøgrið, og tað var ein persónur, sum varð tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn í nátt. Annars hevur verið sera friðarligt, sigur vakthavandi.

Tó hevur nógv fólk verið í býnum í Havn í nátt, og tað hevur givið løgregluni nakað at gera, hóast talan ikki var um lógarbrot.

Vaktleiðarin sigur, at sera nógv full fólk vóru í býnum, sum løgreglan mátti hjálpa á føtur og hjálpa til hús.