Nú hevur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, loksins sett nýtt Fólkaskúlaráð. Tað tekur 1. juni og skal sita í trý ár, sigur Mentamálaráðið.
Uppgávan hjá Fólkaskúlaráðnum er at geva landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan, og harumframt kann Fólkaskúlaráðið mæla landsstýrismanninum til at seta royndar- og menningarvirksemi og granskingarverkætlanir, í verk.
Fólkaskúlaráðið er mannað við hesum limum:
Vagn Foldbo, formaður.
Magnus Tausen, skrivari, Mentamálaráðið.
Jenny Lydersen, samskipari, Mentamálaráðið,
Súsanna Mortensen, serlærari,
Jónleif Johannesen, skúlaleiðari og AKT- lærari,
Annika Sølvará, umboð fyri felagið Heim og skúla,
Charlotta Thorsteinsson, lesivegleiðari,
Mentamálaráðið sigur, at Fólkaskúlaráðið fer at leita sær ráð og vegleiðing og seta seg í samband við serkøn og ábyrgdarhavandi á ymsum økjum, sum ráðið viðger. - Á henda hátt fáa onnur enn tey, sum eru sett í ráðið, høvi til at lýsa síni sjónarmið og harvið fáa ávirkan á menningina av fólkaskúlanum.
Hetta hevur verið ein tungur burður, tí nú hevur einki Fólkaskúlaráð verið í meiri enn eitt ár, ella síðani í februar í fjør, tá ið skeiðið hjá seinasta ráðnum var av.
Lærarafelagið hevur fleiri ferðir strongt á at fáa ráðið sett og hevur víst á, at landssýrismaðurin brýtur lógina við ikki at seta eitt nýtt ráð.
Fyri einum árið síðani lovaði landsstýrismaðurin at seta ráðið, men heldur ikki ta ferðina hendi nakað.