Í seinastu viku gav Ragnar í Vík út nýggja fløgu, sum er ætlað sum ein heiður fyri country stórmenninum, Hank Williams. Sjálvur havi eg ongantíð havt country sum mína favoritt tónleikagrein, men hinvegin havi eg sjálvandi hoyrt nógv løg hjá Hank Williams millum ár og dag, og ikki kemst uttan um, at hann varð ein fantastiskur sangari. Ein tann størsti, sum country heimurin nakrantíð hevur fostrað.
Óoriginalt og tó
Tá fólk geva út fløgur, við løgum hjá øðrum tónleikafólki, verður ofta havt á lofti, hvussu óorigianlt hetta er. Hetta var eisini fyrsta hugsan mín, tá eg fekk fløguna hjá Ragnari í hendi, men eg skal viðganga, at mær dámar hana betur, hvørja ferð eg lurti eftir henni.
Ragnar hevur sínu egnu tulkingar av Hank Williams, og sjálvt um onkur kanska ikki dámar hetta, so hevur hann við sínari sermerktu rødd eina rættuliga nærveru við innihaldið í sanginum. Hetta ger at rødd hansara verður kensluborin, uttan at gerast skaput, sum vandi altíð er fyri, tá kenslur verða lagdar í eina tónleikaframførslu.
Ragnar syngur 15 løg hjá Hank Williams á fløguni, og eru hesi veruliga framførd á so høgum støði, at ein onkuntíð hevur ilt við at skilja, at talan er um ein føroying, sum einans hevur hetta sum frítíðarítriv. Harafturat eru tvær føroyskar umsetingar at hoyra á fløguni, men hóast tað hoyrist, at Birgir Kruse hevur gjørt sær ómak við hesum umsetingunum, so kemur »eina í nátt« ikki upp á liðina á frumlagnum ?I?m so lonesome I could cry?. Hetta einamest av teirri einføldu orsøk, at tú ikki fært sungið við Texas dialekt á føroyskum. Country eigur og skal eftir mínum tykki syngjast á ameriku-enskum, við einum ordiligum bónda-accentið, so er tað sagt.
At spæla á ljóðførini aftan fyri sangin, hevur Ragnar fingið fatur í creminum av føroyskum tónleikaranum. Eg skal ikki taka nakran framum, men tá tú hyggur at listanum yvir tónleikarar, sæst týðuliga, at her hevur tú gott í væntu. Fyri at nevna onkran, verða 4 fyrstu nøvnini á listanum nevnd: Ronnie Nielsen, Kolbein Simonsen, Arnbjørn Sivertsen og Ólavur Øster. Glamour parradan heldur fram, soleiðis at tað gerst púrasta greitt, at her verður einki latið yvir til tilvildina at ráa yvir.
Dámar tær country
Eftir er bert at staðfesta, at um so er, at tú ert millum teirra, sum dáma country tónleik, so eigur ikki at vera nakar ivi. Vit hava her fingið eina ta bestu føroysku útgávuna nakrantíð innan hesa tónleikagreinina, og hóast Hank Williams framhaldandi er kongurin, so hevur Ragnar ikki gjørt sær fyri skommum, heldur tvørtur ímóti.
Niðurstøðan má verða, at útgávan er eitt prógv um, at føroyskur tónleikarar væl kunnu samanbera seg við tónleikaútgevarar aðrastaðni í heiminum, og má fløgan sigast at vera somikið væl úr hondum greidd, at hon hóast væntandi originalitet kann verða við til at bera føroyskan tónleik fram móti altjóða góðkenning.
Stór orð, men í mínum eygum als eingin lygn.