Eindarlistin: Rætturin til abort skal vera mannarættur í ES

Tað skal vera ein mannarættur at kunna fáa ein abort í øllum ES londum. Soleiðis sigur danski flokkurin Eindarlistin

Eindarlistin vil hava rættin til abort innskrivaðan sum ein mannarætt í stjórnarskipanina hjá ES um grundleggjandi rættindi. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Rætturin til abort skal vera ein mannarættur í ES.

Tað sigur Rosa Lund, sum er framsøgufólk í javnstøðumálum hjá danska Eindarlistanum.

– Rætturin til abort er undir trýsti í Evropa. Til dømis í Póllandi og á Malta er tað í roynd og veru ógjørligt at fáa ein abort. Vit mugu ikki góðtaka, at rættindi hjá kvinnum systematiskt verða kúgað í øðrum ES londum, sigur Rosa Lund.

– Samstundis síggja vit, at rættindi í Ungarn og Spania eisini eru skerd, so tí er hetta ógvuliga umráðandi.

Eindarlistin vil tí hava, at rætturin til abort verður innskrivaður sum ein mannarættur í sosialu stjórnarskipanina hjá ES sum grundleggjandi rættindi, sum limalondini harvið eru bundin at verja.

Sambært heimasíðuni hjá Evropatinginum er stjórnarskipanin grundleggjandi rættindi, sum viðkoma teimum hugsjónum, sum laða uppundir ES. Tað eru tey grundleggjandi rættindi sum menniskjanslig virðing, frælsi, javnrættur og samhaldsfesti, stendur har.

Eitt slag av felags virðum, tey eru samd um at fylgja.

– Danmark eigur tí at gera sína ávirkan galdandi og bera stríðið fyri rættinum til abort inn í Evropatingi, sigur hon.

Øll lond skulu atkvøða fyri, um tað skal broytast í grundleggjandi rættindunum hjá ES.

Og tað sær í løtuni svart út at broyta grundleggjandi rættindini hjá ES, viðgongur Rosa Lund.

– Tað er helst greitt, at Pólland ikki hevði atkvøtt fyri beint nú. Men onkur skal jú seta fram uppskotið, fyri at vit skulu fáa kjakið.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur fyrr í dag somuleiðis sagt, at hann ynskir at fáa rættin til abrot við í stjórnarskipanina hjá ES.

– Í Evropa er tað ikki longur nakað, sum er rist í stein. Alt má verjast, segði franski forsetin við eitt hátíðarhald í Versailles í dag.

/ritzau/

 

Eindarlistin vil hava rættin til abort innskrivaðan sum ein mannarætt í stjórnarskipanina hjá ES um grundleggjandi rættindi. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix