Eingin áhugi at byggja í Kollafirði

Tórshavnar Býráð fer helst at royna aftur seinni

Fyrr í ár lýsti Tórshavnar býráð eitt stykki í Kollafirði upp á 4.480 fermetrar, til sølu til at byggja bústaðir, Kravið var, at bústaðirnir skuldu vera íbúðir ella raðhús, og teir skuldu verða eigarabústaðir ella leigubústaðir.

 

Men áhugin var lítil – fyri ikki at siga púra eingin, tí tá ið freistin at lata tilboð inn var farin var einki tilboð innkomið og sostatt eigur kommunan stykkið. Men tey siga, at seinni í ár verður helst ein roynd gjørd afturat at bjóða lendið út til bústaðarbygging.