Eingin fingið staðfest smittuna seinasta samdøgrið

Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Hetta byggir á í alt 6458 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.