KÍ kvinnurnar taptu í kvøld 1-0 í Hólmanum á Eiði ímóti EBS/Skála. Einasti málskjúttin var Lea Lisberg, sum eftir eitt korter setti bóltin í málið aftanfyri Duritu Hummeland, sum í kvøld vardi KÍ málið, eftir at hon varð spæld leys innanfyri KÍ verjuna.
Tær á heimaliðnum vóru raskar í fyrra hálvleiki, tá ið tær høvdu lotið undan, og eftir at tær vóru komnar framum, høvdu bóltin á tvørtrænum aftanfyri KÍ málverjan.
Í seinna hálvleiki pressaði KÍ fyri at javna og vinna stigið, sum hevði borið FM heitið við sær. Evy á Lakjuni og Eyðvør Klakstein høvdu møguleikar, men onkra ferðina fór bólturin við síðuna av málinum, og onkra ferðina bjargaði landsliðsmálverjin Anna Súnadóttir Hansen sera væl.
Í Gundadali vann HB 1-0 ímóti ÍF/Víkingi/B68. Heidi Sevdal skoraði einasta málið, tá ið tað restaðu tveir minuttir.
KÍ hevur 31 stig og +19 mál, ÍF/Víkingur/B68 hevur 28 stig og +14 mál, og HB hevur 25 stig og +31 mál. EBS/Skála hevur 11 stig og -30 mál, og B36 hevur 5 stig og -34 mal.
Skráin sigur, at sunnudagin hittast KÍ og EBS/Skála í Klaksvík og ÍF/Víkingur/B68 í Gøtu. Hóskvøldið 26. september verður síðsta umfar. Tá hittast EBS/Skála og B36, og HB fær vitjan av KÍ.
KÍ er framvegis FM favorittur. Tær í Klaksvík vera meistarar, um tær vinna eitt stig aftrat, og uttan mun til úrslitið í Klaksvík sunnudagin verða tær meistarar, um tað endar javnt millum ÍF/Víking/B68 og HB.
HB hevur møguleika at vinna FM, um tað eydnast at vinna bæði í Gøtu og í síðsta umfari ímóti KÍ, og um KÍ einki stig vinnur sunnudagin. Møguleikin hjá ÍF/Víkingi/B68 at vinna FM er, at tær vinna ímóti HB, samstundis sum EBS/Skála vinnur í Klaksvík. FM møguleikin hjá ÍF/Víkingi/B68 er eisini treytaður av, at úrslitið í Klaksvík og í Gøtu bera við sær, at ÍF/Víkingur/B68 vinnur seks mál inn á KÍ.