Januar mánaður fór aftur um uttan kava ella frost, og nú vit hava sett hol á februar, eru framvegis eingi útlit fyri, at vit fáa kavaveður.
Bæði danska veðurstovan DMI og norska YR rokna við nøkrum hitastigum komandi vikuna.
DMI sigur, at tað verða millum 3 og 7 hitstig komandi fimm dagarnar.
YR, sum hyggur 10 dagar fram í tíðina, roknar eisini við hitastigum allar dagar – flestu dagarnar um 5 hitastig.
Veðrið hesa komandi dagarnar skal sambært veðurstovunum verða, sum vit eru vorðin von við seinastu vikurnar – nakað av vindi og fitt av regni.