Eingin lodna í Barentshavinum

Stendur tað til ICES; so verður neyvan nakar lodnufiskiskapur í Barentshavinum komandi ár

Lodnustovnurin í Barentshavinum er langt niðan fyri tað, sum ICES vil viðmæla sum kvotustødd.

Tað er norski havgranskingarstovnurin, sum skrivar um mátingar frá árligu kanningarferð síni í Barentshavinum. Ein ferð, sum gevur eina meting av, hvussu nógv lodna er. Her bleiv niðurstøðan hon, at nøgdin av gýtingarbúnari lodnu er um 545.000 tons. Hetta er lutfalsliga vánaligt.

Tað er virkar tí ikki sannlíkt, at tað verður nóg mikið av lodnu, tá ið niðara markið fyri at fiska burtur av stovninum er sett til 200.000 tons. Tað gevur eitt sannlíkindi upp á umleið 27 prosent fyri, at gýtingarstovnurin megnar at halda seg oman fyri hetta mark, sjálv um eingin lodna verður veidd, sigur norski havgranskarin Bjarte Bogstad.

Hann er norskt umboð í ráðgevandi nevndini hjá ICES og limur í norsku-russisku fiskaríkommisiónini.