Eingin nýggjur tilburður staðfestur seinastu tveir dagarnar

Sjey fólk í Føroyum eru nú smittað av korona og sjúk við Covid-19

Tað eru framvegis í alt 185 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6171 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin nýggjur tilburður staðfestur seinastu tveir dagarnar.

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.