Eingin roykur ? eingin grind

Martin Kúrberg

Eg kundi hugsað mær at spurt Fyribyrgingarráðið um tey ikki síggja rúsdrekka og rúsevnistrupulleikan í hesum landi fyri berum royki, ella tey hava givið upp at røkja tann partin av sínum virksemi, sum eitur upplýsing um vandan av rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu. Grundin til at eg spyrji um hetta er at Fyribyrgingarráðið nokk er tað einasta amboðið, sum fær eina líkinda játtan frá landinum til hetta arbeiðið og sýnist tað sum pengarnir fara upp í royk. Alt gott um bylgjuna, sum gongur ímóti royking um allan heim. Hon hevur vind í seglunum og nokk er tað nemmasta hjá Fyribyrgingarráðnum at dansa við hesum trendi. Men tað eru bólkar í samfelagnum so sum foreldur, makar, børn og onnur, sum liva hvønn dag við sviðanum av at onkur av teirra kæru kom út í misnýtslu. Og hvat við ungdóminum? Jú, har verður eitt arbeiði gjørt av felagsskapum, men tað verður alla tíðina merkt av nøkrum, sum alla tíðina verður brúkt í hesum landi í dag sum ein undanførsla: Manglandi játtan á økinum. Hyggið at sindraðum familjum. Hyggið at mynstrinum hjá misnýtarum, teir verða yngri og yngri. Hyggið at innleggingum á Landssjúkrahúsinum og á viðgerðarstovum, tær verða fleiri og fleiri. Og tað stendur ikki Prince, men neyð og elendigheit av rúsdrekka og rúsevnum á rygginum á hesum brotnu menniskjum. Og tá so tann sunni lívsstílurin veruliga skal í fokus, so síggja vit Pál Weihe og Hans P. Strøm í joggingdrakt við einum súrepli í hondini í »Degi og viku«. Eg vil bert minna tykkum á, at hóast tann bólkurin, eg her havi nevnt, kann vera tungur at fáast við, so eru tað hóast alt nøkur, sum trúgva upp á at tað hjálpir at upplýsa um vandan við rúsdrekka og rúsevnistrupulleikum. Tit eiga eisini at gera tykkara skyldu yvir fyri hesum bólki.