Eingin skalar Blik

5-mannafør gentur: Drekin var aftur í dag næstfremst, meðan røðin longri afturi var øðrvísi enn í Fuglafirði

Blikur av Argjum hevur higartil í ár verið sera sannførandi í kappingini millum 5-mannafør við gentum. Soleiðis var tað eisini í dag á fjarðastevnu á Strondum.

Blikur var beinanvegin eina bátslongd undan hinum bátunum, og so var spurningurin bara, hvussu tryggur sigurin fór at verða. Tá ið Blikur fór um málið, vóru tað meiri enn fýra sekund og harvið ein stór bátslongd aftur til Drekan.

Í Fuglafirði var Firvaldur nummar trý. Í dag var Fenja nummar trý eftir í eina løtu at hava kappast við Drekan um næstfremsta plássið.

Firvaldur endaði á sætta plássi, meðan Rókurin, sum í Fuglafirði var nummar sjey, vann fjórða plássið.

1 Blikur 6:18.22

2 Drekin 6:22.24

3 Fenja 6:24.21

4 Rókurin 6:29.12

5 Frúgvin 6:30.13

6 Firvaldur 6:31.05

7 Kollur 6:37.06

8 Báran 6:39.15

9 Ørnin 7:28.28