Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Tað er fyrstu ferð síðani 12. mars 2020, at eingin persónur er staðfestur smittaður.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 99 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Ein persónur eru innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.