Eingin tilburður í gjár

Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum

Eingin smittutilburður varð staðfestur í gjár.

 

1077 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 292.157 kanningar.

 

755 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 719 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

 

Í løtuni eru 35 persónar smittaðir við koronu, og 227 fólk eru í sóttarhaldi.