Eingin tunfiskur er skrásettur sum hjáveiða

Løgtingsmaður hevur sett landsstýrismanninum nakrar spurningar um tunfiskiskap í Føroyum

Tað er Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur hevur sett landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, Dennisi Holm, nakrar spurningar um tunfiskamongdir, hjáveiðu og veiðimøguleikar av tunfiski í føroyskum sjóøki. 

Spurningarnir eru soljóðandi:

1. Er nakar tunfiskur sum hjáveiða hjá pelagisku skipunum, sum veiða í føroyskum sjóøki? 

2. Hvørjir eru møguleikarnir at fara undir royndarveiðu aftur eftir tunfiski við Føroyar? 

3. Eru altjóða ásetingar um veiðu av tunfiski ein forðing fyri, at vit kunnu royna eftir hesum fiskaslagi í okkara sjóøki?

4. Hevur Havstovan gjørt nakrar kanningar og metingar um, hvussu tunfiskur ferðast í okkara øki, mongdir o.a.? 

Í svarinum til spurning 1 sigur landsstýrismaðurin, at ongar fráboðanir eru skrásettar í veiðidagbókunum hjá skipunum, ið vísa, at uppsjóvarskipini hava fingið tunfisk sum hjáveiðu, meðan tey fiskaðu uppsjóvarfisk.

Um møguleikarnar fyri roydarveiðu eftir tunfiski við Føroyar, sigur hann soleiðis:

– Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið lutaði í 2022 fýra tilsagnir um royndarloyvi til fiskiskap eftir tunfiski út í føroyskum øki. Tvær av hesum vóru til størri skip og tvær til bátar í bólki 5. Royndarfiskiskapurin skal fara fram við fiskifari undir føroyskum flaggi og í neyvum samstarvi við Havtovuna. Støða er tikin til, at fleiri tilsagnir um royndarloyvi at veiða tunfisk verða ikki latin, meðan verandi tilsagnir eru galdandi. 

Til spurning 3 sigur hann, at havrættarsáttmáli Sameindu Tjóða ásetur í grein 56, at strandarríki hava rætt at skipa fiskiskap í sjóøki teirra. Harumframt eru tað eisini í grein 64 ásetingar viðvíkjandi skjóttferðandi fiskastovnum nevndum í fylgiskjali I til sáttmálan, og her er tunfiskur. Sambært grein 64 skulu strandarríki og onnur ríki samstarva antin beinleiðis sínámillum um hesar stovnar ella í hóskandi altjóða felagsskapum. 

 ICCAT – International Commission for the Conservation of Atlantic Tunas (Altjóða nevndin fyri varðveitan av tunfiski í Atlantshavinum) er økisfelagsskapur fyri umsiting av fiskiskapi eftir tunfiski í Atlantshavi.

Í ICCAT verða allar avgerðir av týdningi tiknar viðvíkjandi tunfiskastovninum í Atlantshavi. 52 limalond eru í ICCAT. Føroyar hava ikki limaskap í ICCAT.

ICCAT hevur samtykt eina umsitingarætlan fyri tunfisk, og somuleiðis mest loyvdu veiðu og býti av kvotum millum ymsu limalondini. Eftirlitstiltøk viðvíkjandi fiskiskapi, hagreiðing og handli við tunfiski eru ásettar. Allur handil við tunfiski, sum ikki er veiddur við heimild í samtyktini, er bannaður í limalondunum í ICCAT. Talan er um alt handilsligt virksemi, uttan mun til um tað er innflutningur, útflutningur, innlendishandil, landingar, flutningur ella umskipan annars í limalondunum.

Til spurning 4 sigur hann, at kanningar av tunfiski eru ikki gjørdar í nýggjari tíð. 

– Eldri kanningar, sum táverandi Fiskirannsóknarstovan gjørdi um aldarskiftið, eru til skjals. Hetta eru royndir, har eygleiðarar vóru umborð á japanskum skipum (1997-2002). Hesar royndir vístu, at tunfiskur var at fáa í syðsta partinum av føroyskum øki (í Serøkinum) og vestur móti útsynningshorninum av okkara sjóøki. Tíðarskeiðið var frá september til oktober, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svarið til fyrispurningin frá Johan Dahl, løgtingsmanni.