Eingin virðilig loysn

-Loysnin á málinum gjørdist tann mest mannminkandi av øllum. Tað er eingin virðilig loysn, og Anfinn Kallsberg eigur eisini at hugsað um, at gerðirnar nú verða praksis hjá eftirtíðini, sigur Jóannes Eidesgaard, sum setir spurnartekin við, um málið millum Tórbjørn Jacobsen og Anfinn Kallsberg er loyst

Politikkur

Teimum flestu kunnugt gjørdist endin á orrustuni millum Tórbjørn Jacobsen, tingmann, og Anfinn Kallsberg, løgmann, at glyvra tingmaðurin tók orðini um løgmann og Jørgen Niclasen, landsstýrismann, aftur í seg. Anfinn Kallsberg gjørdi í løgmansrøðuni greitt, at málið hervið var úti av verðini. Hesum eru kortini ikki øll samd við løgmanni í.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at hann setir spurnartekin við, um hetta málið nú er loyst, hóast Tórbjørn Jacobsen hevur tikið orðini aftur í seg.


-Tað, sum er sagt og skrivað, stendur framvegis. Eg seti stór spurnartekin við, um hetta málið nú er loyst bert tí, at Tórbjørn Jacobsen kemur við tveimum reglum til Anfinn Kallsberg, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur, at tað nú mest er ein spurningur um, hvat tað føroyska fólkið metir um málið - hvørt tað er avgreitt ella ei.
-Tað er eingin ivi um, at nógv trýst er lagt á Tórbjørn Jacobsen at taka orðini aftur í seg. Hetta er ein loysn, sum hóvar Fólkaflokkinum - og kanska eisini Tjóðveldisflokkinum - men tað er Fólkaflokkurin, ið hevur fingið gott tak á Tjóðveldisflokkinum í samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann letur ongan iva vera um, at hann ikki metir hesa loysnina vera nøktandi. 


Talan gjørdist ikki um nakra virðiliga loysn. Hetta var tann mest mannminkandi av øllum. Um tú kann siga, hvat tú vilt og bara taka orðini aftur í teg, so tað fær ongar fylgjur, hvar enda vit so? Løgmaður átti reinsa seg sjálvan ella lagt frá sær. Hetta hevði ikki borið til í øðrum londum, sigur Jóannes Eidesgaard, at eitt nú í Danmark er ministarar farnir frá, tá upplýsingar eru komnir fram, sum eru tyngjandi fyri teir politiskt, men kortini ikki eru lógarbrot.


Men í hesum málinum er talan um skuldsetingar viðvíkjandi beinleiðis kriminellum hendingum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur seg harafturat vera samdan við formanni Tjóðveldisfloksins í tí, at tílíkar  skuldsetingar ikki eiga at verða avgjørdar av tinginum ella einum flokki, men av einum øðrum myndugleika sum dómstólunum.


Vit hava eina dømandi makt, og tað er ikki tann politiska skipanin. Tað, vit upplivdu ólavsøkudag, var, at Tobbi við at skriva tvær reglur tók eina dømandi funktión. Ein einstakur tingmaður átók sær henda leiklut, og hetta hevði ikki gingið, um talan var um ein vanligan privat persón. Eg haldi ikki, at tingið bara kann siga, at hatta var tað. Løgtingið eigur at viðgera hesa prinsipiellu framferð, tí meira eigur at koma fram, sigur Jóannes Eidesgaard.


Nú Tórbjørn Jacobsen hevur undirhaldi allara tjóðini í fleiri vikur. Eisini sat alt landið og helt ondini ólavsøkudag og bíðaði eftir Tórbjørn Jacobsen. Hetta málið setir ov nógvar spurningar fram, at tað skal fáa eina sovorðna óvirðiliga loysn, sigur Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard heldur, at Tórbjørn Jacobsen var við at fáa eitt image sum tann persónurin, sum ikki bakkaði ein tumma, men nú bakkaði hann heilt útav.


Praksis
Jóannes Eidesgaard sigur, at teir í Javnaðarflokkinum enn ikki hava viðgjørt málið, og málið er heldur ikki viðgjørt innanhýsis í andstøðuni. Tískil er støða ikki tikin til, um eitt møguligt misálit kundi verið reist móti løgmanni.
-Hóast vit mestur vita, hvat úrslitið hevði verið, so hevði eitt misálit noytt hvønn einstakan tingmann at geva til kennar, hvønn týdning hann metir hetta hava, og tað hevði givið eina góða mynd av, hvat er verður loyvd av Føroya Løgtingi, sigur Jóannes Eidesgaard.
Javnaðarformaðurin heldur, at hetta er í alstórum mun ein spurningur um praksis.
-Anfinn Kallsberg má vita sær, at hesin framferðarhátturin eisini verður praksis fyri eftirtíðina, sigur Jóannes Eidesgaard.
Spurdur, hvørt tað hevði verið eitt floksmál, um ein javnaðarmaður  hevði úttalað seg sum Tórbjørn Jacobsen, sigur Jóannes Eidesgaad, at ein tingbólkur er eitt kollektiv og eins í einari familju, so fær tað fylgjur fyri øll, um ein traðkar við síðurnar av. Hann sigur, at tað í hesum førinum hevur verið lættast hjá Tjóðveldisflokkinum ikki at tikið nakra flokspolitiska síðu.