Eingir HM røkkstøkk dystir hjá føroysku kvinnunum hesaferð

Føroyska kvinnulandsliðið bleiv fjórðbesti tveyarin

Um úrslitini lagaðu seg í kvøld, so hevði føroyska kvinnulandsliðið endað millum tveir teir fremstu tveyararnar í HM-undankappingini í Deild C.

 

Høvdu Føroyar knógvað eitt pláss millum tveir teir fremstu tveyararnar, so høvdu okkara sloppið at spælt tveir røkkstøkk dystir um at sleppa til HM-endaspælið í Brasil komandi summar. 

 

Men úrslitini lagaðu seg ikki fyri okkara kvinnur. Tað vera nevnliga Kroatia og Kasakstan, ið sleppa at spæla røkkstøkk dystir móti sterkari mótstøðu.

 

Í tveyara-roknskapinum fekk Kroatia níggju stig og Kasakstan sjey stig. Aserbadjan og Føroyar fingu seks stig hvør. Føroyar eru fjórðbesti tveyarin. Moldova og Bosnia Hersogovina fingu fimm stig hvør í hesum roknskapinum.

 

Hesaferð vera tað 32 landslið, ið kappast í HM-endaspælinum í Brasil á sumri í 2027. Í HM-endaspælinum í Norðuramerika í 2031 vera tað 48 landslið, so tá verður møguleikin størri at vinna seg til HM-endaspælið.